1. Sumt er líka undarligt
sumt tað sýnist sjálvsagt
um bjart er skygnið blunda vit
orðið týnist hálvsagt
2. Annarhvør er øðrvísi
líkasum øll onnur
annaðhvørt í ørviti
ella sannførdur av sonnum
3. Gleivi yvir vísdómsgil
tignarliga tómur
fattur sum nýfolað fyl
í fløkju millum blómur
Dagur líður náttin kemur marran melur frí
messar yvir møddum havnarbý
4. Oman niðan sama veg
við somu gomlu holum
aldri sá eg annan veg
fyrr enn lív mítt lá í molum
5. Har tystan fann eg listarmann
djúpt innan í mær sjálvum
ól hann upp og misti hann
hátt í himnahválvum
Dagur líður náttin kemur marran melur frí
messar yvir møddum havnarbý
6. So ligg framvið ein fagran dag
tá hagasóljan sprettur
uttanfyri garðalag sum útiløgukattur