Salat við søtepli

Tá máltíðin skal vera løtt og ómakaleys, men samstundis væl smakkandi og hampiliga heilsugóð

Hetta leskiliga salatið gjørdi eg ein dagin úr restum eg átti í køliskápinum. Haldi at tað eydnaðist heilt væl, og havi eg tí hug, at deila hesa sera løttu uppskriftina við tykkum.

Hetta salatði kann etast við breyði aftur við, men kann eisini etast aftur við einum búffi ella høsnarunga

Tilfar: (4 persónar)

1 bakka av blandaðum salati
250 g av søt eplum
1 tsk olivenolju ella hvítleyksolju
1 tsk timian
1 tsk salt
1 tsk piparmix
1/2 bakka av reyðum víndrúðum
150 g av fetaost
Valnøddir eftir ynski

Dressing:

Súrrómi 18%
Rosmarin
Basilikum
Salt
Piparmix

Afturvið:
Kjarnubreyð rista á pannuni í sindur av olivenolju

Prei:
Ístaðin fyri at brúka víndrúðir, ber eisini til at brúka kjarnurnar frá granateplum ella vatnmelón, sum er skorin í smáar puntar.

Tilgerð:

Byrja við at tendra ovnin. Set hann á 200 gradir luft. Flys skali av søteplinum, og sker í smáar puntar. Legg teir í eitt lítið eldfast fat. Vend søteplini í olivenolju ella hvítleyksolju, og krydda við eitt lítið sindur av salti og timian. Koyr síðani í ovnin, og lat vera í ovninum í 30-40 min. Lat kølna, ímeðan tú gert restina klárt.

Skola síðani tað blandaða salati, og lat torna. Skola víndrúðir og sker í smá pettir. Tá blandaða salati er torna, koyrir tú tað í eitt ílat, saman við víndrúðunum og fetaosti, og koyr síðani søteplini omanyvir og drússa knústar valnøtur omanyvir.

Vælgangist

 

Image

Birita Sjúrðaberg

Birita starviast á goymsluni á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Hon er er 28 ára gomul og uppvaksin og búsitandi í Klaksvík. Hon, sjeikurin og sonurin sum er 7 ár, búgva í eini lítlari kjallaraíbúð, sum foreldur hennara eiga. So leingi hon kann minnast, hevur hon havt áhuga fyri innrætting, og at hugna um.