Um flokkin:

Sambandsflokkurin er ein sosialliberalur politiskur flokkur, t.v.s. frælslyntur við atliti til frælsi hins einstaka og vinnuligt fyritakssemi, og er eisini sosialt sinnaður.

Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum fult gongur inn fyri Ríkisfelagsskapinum.

Fremsta uppgávan og endamálið hjá Sambandsflokkinum í politiska arbeiði­num er at skapa nøgdar borgarar, sum trívast í okkara landi.

Sambandsflokkurin heldur seg til hesi kjarnuvirði í førda politikkinum:

  • Fólkaræði – luttøka og ávirkan hjá tí einstaka borgaranum
  • Frælsi – tali- og skrivifrælsi
  • Demokratisk vælferðarskipan – eitt samfelag, har øll kunnu mennast og trívast
  • Javnrættindi – eitt samfelag fyri øll
  • Javnstøða – eins umboðan, eins løn fyri sama arbeiði

Les meira um Sambandsflokkin her:www.samband.fo