
Vit hava verið ígongd við at samla teir vælumtóktu jólasangirnar saman í eitt sanghefti. Ert tú ígongd við at fyrireika ein jólafrokost ella jólahugna, er tað upplagt at brúka hetta heftið. Tað einasta tú skalt hava í huga er at skriva fílin út sum “double sided” á A4 ørk.
Sangirnir í heftinum eru hesir:
- Hví man alt vera so hugnaligt í kvøld
- Eitt fjós og ein krubba
- Rudolf
- Eg gleðist so hvørt jólakvøld
- Tú lítli staður Betlehem
- Gleðilig jól
- Føgur er foldin
- Heilaga stund einglar syngja
- Nissumamma og Nissupápi
- Nú birtast túsund jólaljós
- Eg eri so spent til jóla
- Eg eri jólamaðurin