Visti tú, at vit øll hava ein kærleikstanga innan í okkum? Møguliga ikki ein veruligan tanga, men tað eru ting, sum gera okkum glað.
Gary Chapman hevur skrivað fleiri bøkur um evnið og hevur tað verið eitt sera gott amboð hjá túsundtals pørum og familjum.
Hann nevnir tey fimm kærleiksmálini, sum eru: Tænastur, gávur, rósandi orð, krops-kontakt og tíð saman.
Um vit seta okkum fyri, at finna fram til okkara egna kærleiksmál og tað hjá okkara maka, so kann lívið gerast lættari.

Um konan til dømis hevur “tænastur” sum sítt fremsta kærleiksmál og maðurin kemur heim, meðan hon stendur og vaskar eitt stórt uppvask, so er tað besta hjá honum at gera, at fara og taka eina hond í, heldur enn at siga: Eg elski teg! Og fara víðari.
Tað tekur tíð og orku at finna útav í fyrsta lagi, hvat títt egna kærleiksmál er, og síðani at finna útav, hvat er kærleiksmálið hjá tínum maka, men tað gevur bonus! Setið tíð av til at práta saman um tykkara kærleiksmál.

Fyri mongum árum síðani var ein kvinna á gátt heima hjá okkum. Hon fortaldi at hon hevði verið og vitja í einum húsum og har hevði hon upplivað nakað, sum festi seg í minni. Konan í húsinum sat og bant og skuldi byrja uppá eitt nýtt noða. Her var stór fløkja komin í, so hon setti seg eina løtu at greiða fløkjuna, men hetta sá út til at krevja nógva tíð og orku, so hon tveitti fløkjuta noða í ruskspannina. Vitjandi kvinnan hvakk við og fór at hugsa um sambandið millum hesa hendingina og hjúnabandið. Hon segði mær seinni at hon fór at minnast aftur á, tá hon sum barn kundi brúka langa tíð saman við mammu síni, at greiða fløkjur í tógnum. Her mátti tíð og orka til, men úrslitið var at fløkjan varð greidd og tógvið kundi nú aftur brúkast at binda við.
Eitt orðatak sigur “Easy come, easy go” Ja er tað ikki ofta so, at tað sum hevur kosta okkum mest er tað dýrabarasta vit eiga?
Um vit skulu hava eitt gott ella sunt hjúnaband, so mugu vit gerast tilvitað um at fylla á kærleiks-tangan hvør hjá øðrum og harafturat brúka ta tíð sum krevst, fyri at greiða fløkjurnar, sum koma á leiðini. Verið ikki ov skjót at blaka noða/parlagið í ruskspannuna, men brúkið tíð uppá at fáa fløkjurnar úr.
Við kærleikskvøðu <3
Les eisini:
Hjúnabandið… Byrjið væl
Hjúnaband…
Lívið er ein ferð
Góð ráð til hjúnabandið
Avbjóðandi tíðir

Hjørdis Háberg Petersen
Hjørdis er gift við Dánjal J. Petersen síðani 1985. Tey eiga ein son og tríggjar døtur. Hon starvast saman við manninum sum leiðari í City Church.