Flestu børn gleða seg ómetaliga nógv til sín føðingardag – og ikki minst at sleppa at bjóða hinum børnunum í barnagarðinum okkurt lekkurt.
Men tað er ikki altíð so lætt at skula fyrireika okkurt um morgunin, samstundis sum tær dagligu morgunrutinurnar eisini skulu røkjast, so her er ein fitt og løtt loysn, sum lættliga kann gerast klárt dagin fyri .
Alt tú skalt brúka:
- Popkorn
- Posar (ella møguliga húsarhaldsfilm)
- Saks, smáar dubultar klebripútur (fáast í hobby-handlum) og ein printara.
- Printa pappírið við “Shaun the Sheep” á út, og klipp høvdini út.
- Fyll poppkornini í posarnir og bind ein knút á. Klipp restina av posanum av. (Til ber eisini at brúka húsarhaldsfilm.)
- Klistra síðani høvdið fast við klebripútunum.
- Tadaa, “Shaun the Sheep”-poppkorn 🙂


Birita Olsen
Birita er 30 ár, uppvaksin Undir Gøtueiði og er nú búsitandi í Saltangará. Hon er gift við Búgva V. Olsen og eiga tey bæði tvær døtrar, sum eita Annika & Linnéa. Hon er útbúgvin kondittari, men er í løtuni undir øðrum lesnaði. Birita fær íblástur ymsa staðni frá, bæði frá bloggarum, av heimasíðum, av bindiklubbum og so eisini heimanifrá.