Sjálvsagt skulu borgarar í Tórshavnar kommunu hava ein skattalætta

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen hevði herfyri eitt tíðindaskriv har hann staðiliga avvísti at rúm var fyri einum skattalætta í okkara høvuðsstaðarkommunu. Orsøkin vóru tær mongu íløgurnar sum lógu fyri framman.

Vit kunnu upplýsa, at samlaðu inntøkurnar hjá Tórshavnar Kommunu í 2021 vóru heilar 1,15 mia.kr. Harav var kommunuskatturin og partafelagsskatturin 964 mió.kr.

Vøksturin í inntøkunum síðstu 10 árini hevur verið sera stórur. Skattainntøkurnar eru øktar heili 313 mió.kr. hesi árini.

Harnæst mugu vit staðfesta, at bara meirinntøkurnar í skattum í 2021 í mun til upprunaligu metingarnar í fíggjarætlanini fyri 2021 vóru nærum 70-80 mió.kr.

Tað er altíð sera hugaligt við øktum skattainntøkum, serliga tá ið talan er um vøkstur í bæði íbúgvatali, løntakarum og samlaðum lønargjaldingum í Tórshavnar Kommunu.

Vit vilja geva borgarstjóranum rætt í, at nógvar íløgur og øktar útreiðslur liggja fyri framman.

Men vit vilja allíkavæl mæla til, at borgarar í Tórshavnar Kommunu eisini fáa ein skattalætta komandi árini.

Bara vøksturin í skattainntøkunum í 2021, út yvir hvat ið upprunaliga mett var, gevur rúm fyri millum 1 – 2% í skattalætta.

Tí meta vit tíðin nú er komin, at vit veruliga raðfesta at veita okkara borgarum ein lægri kommunuskatt í 2023. Vit halda at stundin er tann rættað og at fíggjarligt rúm er í kommununi at lækkað kommunskattin. Ein skattalætti á 1% kostar Tórshavnar kommunu umleið 47 mió.kr.

Við at geva ein slíkan skattalætta, vilja vit lætta um fíggjarligu byrðuna hjá okkara borgarum, sum í hesum døgum eitt nú merkja ógvusligar príshækkingar til upphiting av húsum og nógv hækkaðar matprísum v.m. Ein leyslig meting vísur, at ein skattalætti á 1% gevur eini miðalhúski í Tórshavanr Kommunu umleið 5-600 kr. meir at liva fyri um mánaðin.

Men eisini hugsjónarliga vilja vit mæla til, at okkara borgarar ongantíð skulu rinda meira í kommunuskatti enn neyðugt er. Óneyðuga nógvur peningur í kommunukassanum av eyka meirinntøkum kann, uttan at vit siga at so er í Tórshavnar Kommunu í dag, elva til minni skilagóða nýtslu og raðfestingar, sum heldur átti at verið afturborin til okkara borgarar sum ein skattalætti.

Vit sum umboða Fólkaflokkin í Tórshavnar Kommunu vilja tí í næstum leggja uppskot fram fyri Tórshavnar Býráð, har vit til komandi fíggjarætlan fyri 2023 lækkað kommunuskattin við einum prosenti, úr 19% til 18%.

Vónandi kann alt býráðið stuðla hesum uppskotinum, soleiðis at allir borgarar í Tórshavnar Kommunu kunnu fáa ein skattalætta komandi ár.

Vegna Fólkaflokkin í Tórshavnar býrað

Birgir Nielsen

Annika Olsen