
Flokkurin er sjálvstýrisflokkur. Tað merkir, at virkað verður fyri sjálvstýri.
Málið er, at føroyingar taka fulla ábyrgd av tjóðini og fáa fullan avgerðarrætt fyri henni.
Flokkurin er sosialliberalur og fyri, at samfelagið byggir á
privata ognarrættin og á fyritakssemi hins einstakra. Flokkurin er tó fyri neyðugari almennari stýring. Ognarrættur og fíggjarlig ábyrgd eiga at vera knýtt hvørt at øðrum við tí fyri eyga at røkja og økja ognir Føroya fólks.
Flokkurin byggir á kristnu siðalæruna og vil verja trúarfrælsi, politiskt frælsi, mentanar- og vinnufrælsi, og er ímóti mannamuni og allari happing.
Á hesum grundarlagi hevur Sjálvstýrisflokkurin sett sær fyri at tryggja lívsgrundarlag og sjálvsøgd rættindi hins einstakra borgara, at fremja ein rættvísan sosialan politikk eftir føroyskum fortreytum, og at menna føroyskan siðaarv, mál og mentan.
Virkað verður fyri fullum sjálvstýri, at føroyingar gerast sjálvbjargnir, og at Føroyar verða viðurkendar sum tjóð. Grundlóg verður gjørd fyri Føroyar. Ríkisrættarliga støða Føroya verður løgd út til fólkaatkvøðu. Bert lógir, sum í síni heild eru samtyktar av Føroya Løgtingi eiga at galda í Føroyum. Føroyskur heimarættur og føroyskt pass eiga at verða staðfest. Fólkatingssessirnir verða tiknir av. Føroya løgmaður verður valdur beinleiðis av fólkinum. Tryggjast skal, at tilfeingið á landi, í sjógvi og undirgrund er ogn Føroya fólks og skal verða gagnnýtt við skynsemi til frama fyri tjóðina sum heild bæði nú og í framtíðini. Undirgrundin út á hálva leið til næstu grannalond verður løgd undir føroyskt vald. Landsrættindi Føroya verða varðveitt og ikki latin aðrari tjóð, millumtjóða feløgum, felagsskapi ella einstaklingi at ráða yvir.
Les meira um Sjálvstýrisflokkin á heimasíðuni: www.sjalvstyri.fo