Skapa tín jólahugna

Ert tú klár/ur at sleppa tínum kreativiteti leysum og skapa jólpýði saman við tíni familju ella vinum nú á jólum? Her kanst tú fáa íblástur og vegleiðing til hvussu mann kann gera jólapýnt við at tekna á steinar. 

Tað einast tú skalt brúka til handan hugnaliga aktivitetin eru steinar, Pasca tussjur og Clear Super Blank, sum kann keypast frá Borg.  

Tað fyrsta vit fóru ígongd við, var at finna nakrar steinar úti í náttúruni. Nærum øll børn elska at spæla í áum og vassa runt í teimum, og tað var júst í eini á, at eg og børnini fóru at leita eftir sløttum og fløtum steinum til okkara tekni aktivitet. Børnini hugnaðu sær óført, meðan vit øll royndu at finna teir bestu steinarnar til ítrivið. Tá vit høvdu vassað í eina løtu og funnið nakrar góðar steinar, fóru vit heim aftur at vaska steinarnar, tí teir høvdu eitt sindur av slýggið á sær, sum skuldi vaskast av.

Vit lótu steinarnar torna, áðrenn vit fóru í holt við næsta stig. Tá steinarnir vóru turrir, spreiðaðu vit fyrst Clear Super Blank á teir, áðrenn vit fóru í gongd við at tekna á teir. Hetta produktið ger, at tá mann so teknar á steinin, so sýgur steinurin ikki so nógv blekk í seg.

Vit brúktu Pasca tussjur frá Borg, tí júst hesar tussjurnar eru sera góðar til at tekna lítlar og neyvar strikur við. Tær kunnu nýtast á nógvum ymiskum undirløgum og eru sera mótstøðuførar ímóti UV, sum er gott um steinarnir skulu brúkast til uttandura prýði. Tá vit vóru liðug at tekna, góvu vit steinunum ein umgang av Clear Super Blank aftrat fyri, at tað teknaða skuldi halda betri.

Tað var stuttligt at síggja hvussu errin børnini vóru at verða ein partur av allari tilgongdini, og  at síggja teirra gleði í at skapa og gera okkurt við hondunum. Mær dámar eisini væl sjálv at sita við hesum aktiviteti um kvøldarnar bara sum reint hygg og avslappan áðrenn songartíð.

Image

Rannvá Djurholm Graham

Rannvá Djurholm Graham er útbúgvin Bachelor in Business Analysis í Nýslæandi. Hon er búsitandi í Føroyum saman við manni sínum og sínum trimum synum. Í løtuni er Rannvá í barsil, men starvast vanliga sum bókhaldari.