Smíða terrassu á hávetri

Byggifyritøkan Arise hevur svara nøkrum spurningum um at smíða eina terassuni

Vit í kaffiløtuni elska hugna, kava og nógv av tí, sum hendan árstíðin bjóðar, men tað er eingin ivi í, at vit eisini sakna sólina og eitt sindur heitari hitalag. Flest av okkum gleða okkum til summarið og at kunna sita úti og njóta veðrið.

Vit hava verið og vitjað byggifyritøkuna Arise, sum er í gongd við at smíða eina stóra lekkra terassu fyri ein kunda. Hesin kundin ynskir at gagnnýta útiøkið hjá sær til fulnar komandi summar. 

Tað er eingin ivi í, at góðar uttandura umstøður gera, at ein tímir betri at sita uttanfyri og njóta tær góðu løturnar.

Vit prátaðu við byggifyritøkuna Arise og spurdu hana nakrar spurningar um at smíða terrassur. 

Hvør er tann idiella terrassu støddin? 

Vit vilja viðmæla minst 10 m2, tó um uttandura økið loyvir tí, so er tað sera lekkurt at gera eina 30 m2 til 40 m2 terrassu. 

Hvørji terrassubrettir eru best at nýta til eina terrassu

Hølvað furu terrassubrettir fáast til ein rímligan prís og geva eitt flott enda úrslit. Brettini kunnu beisast í ymsum litum .  

Hvønn veg skal eg venda terassubrettunum?

Vanliga er tað pent at brettini ganga við húsinum. Hetta merkir, at tá tú hyggur út ígjøgnum títt vindeyga, so sært tú ikki millum gloppini. 

Hvussu fái eg eitt pent finish?

Tú fært eitt pent finish við at gera smá glopp allan vegin rundanum øll brettini og skoytini. Við at gera so, fer terassan at síggja vøkur út í langa, eisini eftir, at timbri hevur broytt skap av veðrinum og aldrinum. 

Fjal eisini endarnar á terrassubrettunum.

Hvussu tryggi eg mær, at terrassan er sterk og kann eg stilla ein hitapott á terrassuna

Tann bíligasti mátin at smíða eina sterka terrassu er at koyra stólparnar 1,2 metur frástøðu. At nýta 10 cm x 10 cm bjálkar við 1,2 frástøðu og 5 cm x 10 cm undirløg við 4,5 cm til 6 cm frástøðu. Hetta gevur eina sterka terrassu. Um tú ynskir at koyra ein hitapott á terrasssuna, so høvdu vit viðmælt at gera grundina dupult so sterkt. Hetta merkir at stólparnir høvdu verið 0,6 metur frástøðu, bjálkarnir 0,6 metur og undirløgini 3 cm.

Hvat taka tit sum fyritøka fyri at smíða eina terrassu? 

Vit taka uml. 1800 kr per m2 sum ein tummilfingraregul. Hesin kvadratmetra prísurin er íroknað arbeiðisløn og tilfar.
Tó skal atlit takast til ymisk viðurskiftir, tá tilboð verður givið og hesin kvadratmetra prísurin er bert ein vegleiðandi prísur.

Er tað ein góð árstíð at biðja Arise smíða eina terrassu?  

Ja heilt vist. So er tað eingin ivi í, at tín terassa verður klár at brúka komandi summar. 

Um tú ynskir at fáa Arise at gera eina terassu fyri teg kanst tú ringja á 216833 ella skriva ein email á foarise@gmail.com