Her eru nøkur ráð
Eg arbeiði í kommunalu tannrøktini, í stórari tannlæknastovu. Vit hava eina rúgvu av fólki á tannlæknastovuni dagliga, bæði gomul, ið ikki klára tannrøktina sjálvi, ung og gomul við serligum tørvi, skurð- og narkosu viðgerð og sjálvandi eisini børn.
Eftir at danski forsætisráðharri Mette Frederikssen, kom við boðunum um, at Danmark er í undantaksstøðu, eri eg send heim frá arbeiði næstu tvær vikurnar . Vit hava tó opið ein dag um vikuna, til bráðfeingis viðgerð, sum til dømis tannapínu og trauma.

Eg fari nú at koma við nøkrum hugskotum til, hvat man kann stákast við, um man er sendur heim næstu 14 dagarnar.
Grundleggjandi ráð: Ikki keypa inn undir teg, um øll keypa inn, sum tey eru von, so er nokk til øll. Hjálp teimum, sum eru í sóttarhaldi ella av øðrum orsøkum ikki sleppa út.
14 hugskot til 14 dagar heima
1.
Ger eina matætlan, so tú bara keypir tað, tær tørvar. Vit gera eina matætlan hvørja viku og plaga at keypa inn eina ferð um vikuna.
2.
Rudda og ger reint, nú havi eg alt ov góða tíð at gera reint, so tað má eg heldur gera. Havi ongar umskyldning fyri at ikki á náa eina várreingerð.
3.
Baka bollar, rugbreyð, kaku ella okkurt heilt triðja. Eg havi bakað rugbreyð og havi gjørt deiggj til kalthevaðir bollar. Eg átti alt tilfar inni, so tað var deiliga lætt.
4.
Gang ein túr. Crossfit miðstøðin, har eg plagi at vera, er stongd næstu tvær vikurnar, og eg havi ein sjefara, sum elskar langar túrar, so hann hevur góðar dagar.

5.
Far í gongd við eina verkætlan. Vit skulu skifta tak í næstum, so vit hava eisini eina rúgvu av fyrireikingum til tað verkætlanina. Um vikuskiftið byrja vit at takað takið niður.
6.
Les eina góða bók ella lurta eftir podcast. Í løtuni lurti eg eftur podcastinum Østrogenial og Danske drabssager, kann viðmælast.

7.
Ger okkurt kreativt við børnunum, tekna, perla ella fá tey at luttaka við matgerð. Børnini skulu sjálvsagt eisini gera skúlating og tú skalt møguliga eisini arbeiða heimanifrá. So kanska finna uppá okkurt, sum kann undirhalda børnini meðan tú arbeiðir.
8.
Røkta teg sjálva, hár-kur, andlitsmasku og alt tað, sum tú í dagligdagnum ikki fær tíð til. Eg havi fleiri sløg av andlitsmaskum, sum eg ikki havi brúkt, men nú havi eg stundir til tað.
9.
Renn ein túr. Hevur tú droymt um at hava stundir til at renna ein túr av og á, nú er møguleikin har. Tak børnini við um tey eru smá, tak tey við í vognin. Annars er intervalrenning sera gott fyri treystið og blóðrenslið – børnini kunnu eisini verða við.

10.
Hugna um familjuna. Ger eitt sindur burtur úr døgurðanum. Eru øll í húskinum heima, so etið saman og hyggið eftir einum góðum filmi saman.
11.
Keyp á netinum fyri at umganga smittuvandan. Eg mangli onkur smá ting, sum einar nýggjar rennibuksur og onkra føðingardagsgávu.
12.
Fá tær ein middagslúr, hevur tú mangan dagdroymt um at líka fáa 15 minuttur á sofuni, tí børnini hava verið vakin um náttina ella okkurt annað? Nú hevur tú møguleikan. Kanska meditatión eisini kann løða teg upp.

13.
Heimavenjing. Fleiri heima venjingar hópa seg upp á netinum bæði Facebook, Instragram og Pinterest. Tað krevst ikki annað enn egnu kropsvekt og eitt sindur av gólv plássi.
14.
Hald ein facetime bindiklubb við vinkonunum, so kunnu tit sita hvør sær og allíkavæl hugna tykkum saman. Syrg fyri at verða dagførd um Covid-19 og fylg vegleiðingum frá myndugleikinum. Hugsa teg um, vaska hendurnar og spritta tær av. Hugsað um tey gomlu og veiku, sum eru í smittuvanda og ikki hava imunverju til at standa ímóti koronavirus.

Anna Elinborgardóttir Sewohl.
Hon er 34 ár og býr saman við manninum René og hundinum Dino í Nykøbing Falster. Hon arbeiður sum tannrøktari í barnatannrøktini. Hon elskar at blogga um innrættning og matgerð.