Svar til Javnaðarflokkin á fólkatingi – fosturtøka

Føroya Pro Vita vil við hesum skrivinum koma við nökrum viðmerkingunum til skrivið1 hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi um fosturtöku, sum kom út 13.09.2022.

Punkt 1: Hvat merkir ein “föroysk kvinna” í hagtölunum?
Í greinini hjá Javnaðarflokkinum stendur: at í miðal eru næstan 60 føroyskar kvinnur um árið, sum fáa fosturtøku í Danmark. Hagtølini vísa eisini, at tað eru fleiri, sum fara úr Føroyum til Danmarkar at fáa fosturtøku.”

Hyggja vit í viðheftu talvurnar á heimasíðuni hjá fólkatinginum, síggja vit, at tað í miðal er 1 kvinna um árið, búsitandi í Föroyum, sum fær fosturtöku niðri, meðan hinar “59” búgva í Danmark. Ein “föroysk kvinna búsitandi niðri” merkir (í hesum förinum) ein og hvör kvinna, sum er född í Föroyum, men búsitandi niðri tá hon fekk fosturtöku. Hugt var ikki eftir, nær kvinnan flutti til Danmarkar og hvussu gomul hon var tá.

Vit halda ikki, at tað út frá hesum tölunum, ber til at koma til nakra niðurstöðu um, hvussu nógvar kvinnur flyta bústað úr Föroyum til Danmarkar BARA fyri at fáa eina fosturtöku, og síðani flyta aftur til Föroya.

Punkt 2: Handlar tað bara um tjóðskap/föðiland?
Út frá tölum hjá hagstovuni2 eru umleið 15% av fólki búsitandi í Föroyum född uttan fyri Föroyar. Tey allarflestu eru tó föroyingar við föroyskum passi. Harafturat vita vit, at nógvir föroyingar búgva niðri. Í eini danskari grein3 frá 2006 stendur soleiðis:

Der bor lige så mange færinge i Danmark som halvdelen af hele Færøernes befolkning. Især unge kvinder og veluddannede forlader hjemlandet.

Greinin sigur, at yvir 20.000 föroyingar búgva í Danmark. Skulu vit telja hesar föroyingar við í okkara fosturtökutölum, tí tað er uppruni og föðiland sum telur? Um ja, skulu vit so taka tey 15% av fólki búsitandi í Föroyum, men född aðrastaðni, burtur úr tölunum?

Punkt 3: Fosturtökutalið fyri hvörji 1000 livandi född er ikki 125
Hagstovan uppgevur 47 fosturtökur í Föroyum fyri hvörji 1000 livandi född börn (í Föroyum) í 2021. Hetta talið var tó 39 í 2016, sum greinin hjá Javnaðarflokkinum sigur.

Síðani sigur greinin, at veruliga talið er 125, tí fosturtökurnar í Danmark mugu teljast uppí. Men nú mugu vit líka ansa eftir, hvat tað er vit telja. Um vit skulu telja fosturtökur hjá föroyskum kvinnum búsitandi niðri við, mugu vit eisini telja tey livandi föddu börnini tær fáa, við. Serliga, tá ið vit vita, at tað búgva fleiri túsund föroyingar í Danmark. Vit kenna allarhelst öll onkra föroyska kvinnu, sum hevur átt niðri.

Nýggja talið vit hövdu fingið um vit taldu hesi börnini við, hevði mett um fosturtökur millum “kvinnur föddar í Föroyum” fyri hvörji 1000 livandi född börn “kvinnur föddar í Föroyum” fáa. Og tó. Föroysku tölini hyggja ikki eftir upprunanum á kvinnunum.

Tí umboðar talið 125, sum Javnaðarflokkurin uppgevur “fosturtökur í Föroyum OG av ‘kvinnum av föroyskum uppruna í Danmark’ fyri hvörji 1000 livandi född Í Föroyum”.

Leggja upp til kjak
Niðast í skrivinum skrivar Javnaðarflokkurin hetta:

Endamálið er at fáa veruleikan um hetta evnið fram í ljósið, og at fáa eitt kjak, sum byggir á fakta, og sum vónandi kann leiða fram til, at politiska skipanin tekur ábyrgd av økinum við eini føroyskari lóggávu.”

Vit fegnast um, at Javnaðarflokkurin ynskir eitt kjak, sum byggir á fakta. Tað gera vit eisini. Fosturtöka er eitt viðkvæmt evni, og tað er týdningarmikið at kjakið er virðiligt og at vit ikki krógva tölini og veruleikan burtur. Vit vóna, at henda greinin hjálpir fólki, at fáa eitt sindur betri innlit í tölini, sum Javnaðarflokkurin legði fram.

Eitt annað, ið er vert at hava við í kjakinum er, at fosturtöka endar altíð eitt mannalív. Ynskja vit meir av tí?Javnaðarflokkurin ynskir at vit taka ábyrgd á hesum ökinum. Er fosturtöka veruliga tað besta vit sum samfelag kunnu bjóða eini kvinnu, ið gerst við barn óynskt? Skulu vit ikki stremba eftir onkrum, sum varðveitir bæði lívini?

Keldur:

  1. https://www.jaf.fo/tiðindi-og-greinar-jaf-fo/foeroysku-fosturtoekutoelini-i-veruleikanum-nogv-haegri
  2. https://hagstova.fo/fo/folk/folkatal/fodiland
  3. https://web.archive.org/web/20160303204453/http://politiken.dk/indland/article166953.ece

Skrivað hevur: Björk Tyril Sadembou, samskipari hjá Føroya Pro Vita