Vit hava tíverri møtt fleiri avbjóðingum í sambandi við húsakeypið
Fyri umleið trimum árum síðani keyptu maðurin og eg okkara dreymahús. Húsið er ein eittplans villa á 177 m2 við einari 26 m2 garagu. Støðufrásøgnin av húsinum hevði ongar viðmerkingar og tískil hava vit keypt húsini í bestu trúgv.
Vit hava leysliga sett húsini í stand, sett gips á allar veggirnar, spartlað, málað og so hava vit fingið okkum nýggjan køk, nýtt bryggers og nýtt baðirúmsinventar.
Vit hava tíverri møtt fleiri avbjóðingum í sambandi við húsakeypið. Á heysti í 2019 funnu vit ein fuktskaða á takskegginum uttanfyri á vestursíðuni á húsinum. Eisini hava vit sæð ein størri setningsskaða á tekjuni.


Tað var heppið, at vit høvdu ognarskiftistrygging. Vit ringdu beinanvegin til tey, og stutt eftir sendu tey ein byggiverkfrøðing út at kanna húsini og boðini vóru ikki góð:
Tekjan var undirdimensionerað og har vóru nógvir feilir í tekjuni, sum eisini var orsøkin til fuktskaðan, og hetta skuldi kannast gjølla og tað gjørdist meira og meira komplekst.

Vit hava verið til fleiri fundir við ongarskiftistryggingina, timburmenn, byggiverkfrøðingar o.s.fr, og eftir fleiri samráðingar komu vit til eina loysn: tekjan skal skiftast.
Hvat merkir tað, at tekjan skal skiftast? Alt skal av, taksteinar, undirtak og sperr. Av tí at vit hava loft til kipp í helvtini av húsinum skulu loftini eisini av, t.v.s., at vit skulu nú hava opið til Várharra í helvtini av húsinum.
Men vit sleppa ikki heilt snikkaleys frá verkætlani. Verkætlanin er dýr og ognarskiftistryggingin dekkar ikki alt. Harumframt hava vit sjálvi verið í gongd við at ríva alt takið niður, áðrenn byggifelagið kemur framat at taka sperrini niður og byggja húsið uppaftur. Longu eru nógvar seinkingar – umleið tvær til trýggjar vikur.

Eg fari í næstum at taka tykkum við í okkara verkætlan, so fylgið við í 2. parti.

Anna Elinborgardóttir Sewohl.
Hon er 34 ár og býr saman við manninum René og hundinum Dino í Nykøbing Falster. Hon arbeiður sum tannrøktari í barnatannrøktini. Hon elskar at blogga um innrættning og matgerð.