Okkara mál er at vera liðug til jóla 2020.
Nú er nakað síðani at eg seinast skrivaði um okkara húsaverkætlan. Vit hava verið í gongd við nógvar uppgávur í húsinum, sum hava kravt nógv av okkum, men sum man ikki sær. Sum til dømis at gera klárt til troldtekt loft, el arbeiði, spartla gólv og so víðari.

Vit arbeiða í húsinum hvønn dag, og nú eru vit komin væl áleiðis. Vit hava málað alt húsið. Gólvið eg rættað av og gjørt klárt til tað nýggja gólvið, sum verður lagt á í skrivandi stund, og so hava vit sett troldtekt loft og spottar upp.
Hóast at vit eru komin so langt, so haldi eg veruliga at tad er “FREAKING” strævið, og vit eru so troytt. Satt at siga hava vit ikki havt eina fríløtu, síðani vit vóru í Føroyum í summar.
Okkara mál er at vera liðug til jólar, men tað krevur at alt skal ganga sum smurt. Ætlanin er, at gólvið skal vera komið á, og listarnir settir upp á jólum. Fyrst í desember kom trappa til aðru hædd.
Eg gleði meg so nógv til at húsið ikki longur líkist einum byggiplássi, tá stilladsið verður beint burtur og eg kann byrja at innrætta.
Tað er eingin loyna at eg verið mega skuffað um vit ikki klára tað til jólar, eg elski jól og eftir vit hava fingið okkara egnu hús, elski eg eisini at halda jól heima hjá mær sjálvum.
Eg vóni, at eg sleppi at pynta til jólar, eg havi longu planlagt hvussu gelendarin á trappuni skal pyntast og hvar jólatræið skal standa, pssst vit hava næstan pláss fyri einum seks metur høgum jólatræi.
Men tað gongur frammá hvønn dag og eg eri so ótolin. Næsti bloggur fer at vísa, at tað ikki longur er ein marra, men meira innrætting og kanska eg eisini vísi á onkra áðrenn-ímeðan-og-aftaná-mynd.

Anna Elinborgardóttir Sewohl.
Hon er 34 ár og býr saman við manninum René og hundinum Dino í Nykøbing Falster. Hon arbeiður sum tannrøktari í barnatannrøktini. Hon elskar at blogga um innrættning og matgerð.