Tann góða sjokulátakakan (glutenfrí)

~~~~~Uppskrift~~~~~

Tilfar:

4.5 dl. Hveitimjøl*

5 dl. Sukur

2 dl. Kakao

2 tsk. Natron

1 tsk. Bakipulvur**

1 tsk. Salt

2 tsk. Vaniljusukur

2 Egg

2.5 dl. Kaffi (liðugt gjørt)

2.5 dl. Mjólk (blá)

1.25 dl. Oliven olja

*Glutenfrítt: viðmæli Finax mjøl.

**Um Finax (g-frítt) mjøl verður nýtt, so viðmæli eg 2 skeiðir av bakipulvur.

Sjokuláta-krem:

2 pk. Rómi 38% (5 dl)

2 dl. Sukur

1 dl. Kakao

1-2 tsk. Vaniljusukur

 

~~~~~ Framferðarháttur~~~~~

Set ovini á yvir-og-undir hita á 175 gradir.

Blanda saman turra tilfarið og sýðla tað. Koyr síðan rest í. Rør ella píska (á lægstu ferð) til alt er rørt saman. (Gev gætur – deiggið er sera tunt!)

Dekka ein rundan bakiform við bakipappírið. Eg meti mín formur var 30-40 cm í tvørmál. Baka í 40 min.

Eg bakaði kakuna í ein tíma. Frá 40 min, setti eg alarmar á 5-10 min millum bil, har eg kannaði um kakan var bakað, við at prika ein knív í. (Klassiskt tips!) 

Síðan er bara at lata kakuna kølna. Síðan skal hon skerast í helvt. 

Stoyt flødan í eina skál. Stoyt sukur, kakao og vanilju í. Píska saman til kremið verður tjúkt.

Síðan er tað tín løta at vera kreativur. Pynta við frukt, berum, sjokulátu, maltesers og øðrum góðum bitum. 

~~~~~ Tips ~~~~~

Tað besta við hesi kakuni er at hon er best aftaná nakrar dagar. Sum við hjúnabandinum, so er hon betri dag fyri dag. – Sindur cheesy má man hava lov at vera! 

~~~~~ Viðmerking ~~~~~

Kakan eitur Black Chocolate Cake. Uppskriftin er upprunaliga frá kogebogen.dk, og er tillagað til at líkast einari, sum eg royndi í Danmark í einum føðingardegi. – Og hetta bleiv okkara Ólavsøku kaka í ár. 

*Kakan smakkar líka væl glutenfrí, har er næstan eingin munur. Hon kann forma seg sindur øðrvísi ella fella, men so er bara at skera hana til sindur penari. – Smakkar fantastiskt! 

Endiliga siga til um tit royna hesa! 

Væl gagnist:) 

Image

Dina Jensdóttir Norðbergaberg

Dina er 25 ár, og hevur lisið til lærara á Fróðskaparsetrinum og hevur starvast sum lærari hálva tíð. Júst nú er hon í farloyvi og brúkar tíðina at blogga á www.vakurleiki.fo. Har tosar hon um alskyns evnið, og hvat Bíblian sigur um hesi. Til dagligt dámar Dinu at njóta drekkamunnar við vinfólki og familju, at mála grót og baka.