Mangt havi eg roynt, men hesin drikkur er heilt víst tann allarsunnasti og besti.
Eg má viðganga at bert tað at keypa inn til hendan drikk tók mær ein dag.
Eg hevði t.d. ongantíð hoyrt ella keypt MCT olju & Collagenn. Eg seti mær fyri at royna hetta og eri sera glað og takksom fyri hesa uppskriftina.
Tað hevur so nógv at siga hvat vit koyra í okkara likam. Tað er sum man sigur “bensin til bilin” og tað sigur seg sjálvt um vit geva likaminum góða olju, so koyrir hann eisini betur.
MCT oljuna fann eg av heimasíðuni www.livna.fo reyst fann eg í Matas og Miklagarði.
TILFAR: (Sí myndir)
1 glas av nøt mjólk
½ Avokado
½ Tsp. soppum
Eina hánd av bláberjum
Eina stóra hond av spinatum
1/3 glas av valnøtum (skulu vera gjørdar vátar kvøldið fyri)
1. Tsp. av Maca pulvur
1. Tsp. av MCT olju
1. Tsp. av Collagen
1. Tsp. av Chia sáðum
1. Tsp. av kakao pulvur
1. ísskeið av organiskum Protein pulvur
Ís og nóg mikið av vatni so alt kann blandast saman.
Blenda og njót. Tað er gott at kunna fegnast um góða heilsu.












So ert tú klár til at boost’a tín dag í gongd 😉 Deiligur máti at byrja dagin uppá 😉

Karis í Liða Hansen
Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga.
Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.