Hon kann virka møtimikil, men tá eg so umsíður kastaði meg út í at royna hana, fann eg útav at tað slett ikki var so torført, ið eg hevði væntað
Køkan, ið hevur verið nógv at sæð á teimum sosialu miðlunum. Tann famøsa tal-bókstavakøkan. Helst eru nógv, ið hava roynt seg við hesari prýðiligu og leskiligu køku, ið kann nýtast til nógv ymisk høvi. Føðingardagskøka, dópskøka, konfirmatiónskøka, ársdagskøka o.s.fr.
Fyri summi, kann hendan køkan virka møtimikil at fara í holt við, og tað gjørdi hon eisini í langa tíð fyri meg. Tá eg so umsíður kastaði meg út í at royna hana, fann eg útav at tað slett ikki var so torført, ið eg hevði væntað. So um onnur, eins og eg, hava hug at royna seg við hesu kendu tal-bókstavakøku, men ikki tora, so vil eg viðmæla at loypa út í tað.
Her kemur so mín útgáva, ið eg gjørdi til ein barnadóp.
Eg byrjaði við at finna og gera ymiskt pynt, eg skuldi brúka, til køkuna. Av tí at eg skuldi gera eina dópskøku til ein fittan beiggja, keypti eg ymiskt blátt góðgæti, blá ber, gjørdi blá marengs og bláar macarons, og royndi eisini at lita blómur bláar. Tá alt tað var uppá pláss, fór eg ígongd við sjálva køkuna.
Uppskrift uppá botnar
Eg valdi at gera botnar úr moyrdeiggi, men ert tú heldur til okkurt annað, so eru møguleikarnar nógvir. Man kann eitt nú brúka lagkøkubotnar, mandulbotnar, sjokolátakøkubotnar o.s.fr.
Eg gjørdi botnar dagin fyri køkan skuldi brúkast, so tað var skjótari at leggja køkuna saman á degnum.
Tilfar:
• 600 g mjøl
• 180 g flormelis
• 1 tsk. vaniljusukur
• 300 g smør
• 2 egg
Soleiðis gert tú:
1. Sker smørið í smáar terningar og koyr alt tilfarið í eina rørimaskinu og rør til deiggið akkurát hevur samlað seg.
2. Tak síðan deiggið úr og elt tað lætt saman og set tað á køl í uml. ein tíma.
3. Tendra ovnin á 180 stig.
4. Tá deiggið er liðugt at hvíla, leggur tú bakipapír á borðið. Deil deiggið í 2 partar (ella í so nógvir bókstavir ella tøl, tú skal brúka), og legg restina av deigginum í køliskápið aftur, meðan tú arbeiðir við tí eina partinum.
5. Stroy eitt sindur av mjøli á bakipapírið og køkurullina og rulla deiggið út á bakipapírið til uml. 0,5 cm tjúgd.

6. Legg tína skabelón á deiggið og sker tað út við einum kvøssum knívið. Samla avlopsdeiggið í ein klump og legg hann í køliskápið.
7. Baka moyrdeiggið í ovninum í uml. 15 min ella til tað akkurát hevur fingið ein gyltan lit.
8. Ímeðan moyrdeiggið er í ovninum, kanst tú gera næsta bókstavin/talið klárt. Tú skalt brúka tveir botnar til hvønn bókstav ella tal, tú ger.
9. Lat deiggið køla heilt av áðrenn tú dekkar teir til og goymur teir til teir skulu brúkast.
Prei: Restir av moyrdeiggi kunnu frystast og endurnýtast til eitt nú eina tertu.
Hvítt sjokolátaskúm
Ímillum botnarnar og omaná havi eg brúkt hvítt sjokolátaskúm.
Tilfar:
• 300 g róma
• 280 g hvíta sjokolátu
• 350 g philadelphia rómaost
• ½ stk. vaniljuekstrakt
• 1 spsk. flormelis
Soleiðis gert tú:
1. Píska róman til bleytan skúm. Hann skal ikki vera ov stívur, bert hava bleytar toppar.
2. Smelta hvítu sjokolátuna.
3. Píska rómaostin saman við einari spsk. av flormelis til tað er luftigt.
4. Koyr smeltaðu sjokolátuna og vaniljuekstrakt í rómaostin og píska tað gott saman.
5. Vend pískaða rómanum varliga í og koyr tað í ein sproytuposa við einari glattari tyllu. Eg brúki eina tyllu stødd 12. Koyr sjokolátaskúmið í køliskápið til køkan skal leggjast saman.

Karamellskúm
Tilfar:
• 200 g róma
• 200 g Dulce de leche
• Saltflakar

Soleiðis gert tú:
1. Blanda Dulche de leche og róman væl saman. Set tað síðani í køliskápið í nakrar tímar og helst náttina yvir.
2. Píska til tað blívur fast. Tað blívur ikki eins stívt og sjokolátaskúmið, men tað ger onki, tí tað skal bert inn í miðjuna á køkuni. Koyr tað eisini í ein sproytiposa við glattari tyllu. Eg brúki aftur her eina tyllu stødd 12.
Soleiðis verður køkan løgd saman
Byrja við at sproyta hvítt sjokolátaskúm framm við kantinum á niðara moyrdeiggjbotninum.

Í miðjuna sproytar tú karamellskúm og stroyur eitt sindur av saltflakum útyvir.

Legg síðan hin botnin omaná og sproyta hann við restini av hvíta sjokolátaskúminum.

Nú skal køkan pyntast. Her er tað bert hugflogið, ið setur markið. Eg pyntaði hesa, sum sagt, við macarons, berum, marengs, góðgæti og blómum.
Her er ein tílík bókstavakøka og ein talkøka, so møguleikarnar eru nógvir.

Sóley Dimon
Sóley er 30 ára gomul, býr í Trongisvági saman við sjeikinum og saman hava tey tveir synir. Hon eri útbúgvin námsfrøðingur og starviast í barnagarðinum Mýrifípan. Henni dámar sera væl at vera kreativ og baka. Bakiáhugin stavar helst frá pápa, abba og langabbanum, ið allir vóru kondittarir.