Tilfar:
4 Egg
400 g av sukur
5 bananir
400 g av hveitimjøli
2 tesk. Av natron
2 tesk. Av vaniljusukri
½ tesk. Fínum salti
2 dl av olju
Uml. 1 dl av mjólk
Glaring:
300 g av floursukri
2 súpisk. Av kakao
7 súpisk. Av kókandi vatni.
- Rør alt saman og smyr oman á kakuna, tá hon er kólnað.
Mannagongd:
- Píska eggini og sukrið til tjúkt skúm
- Mosa bananirnar og rør tær í eggjaskúmið
- Blanda hveitimjølið, natron, vaniljusukrið og saltið saman. Sálda og vend varisliga í eggjaskúmið saman við oljuni og mjólkini
- Koyr deiggið í eina stóra bakarovnsskuffu (uml.24x30cm) sum er klødd við bakipappíri
- Hita ovnin til 175 gradir síðani baka mitt í ovninum í 35-40 min.

Karis í Liða Hansen
Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga.
Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.