Tann perfekta brúðargávan

Hvussu mangan hevur tú ikki haft hendan trupuleikan, tú ert boðin í brúdleyp, men veit ikki hvat tú skalt keypa í brúðargávu. Hvussu nógv skal gávan kosta, hvar skal hon verða frá ella skalt tú “bara” geva pening. 

Í hesum blogginum fari eg at geva tær nøkur hugskot uppá hvat tann perfekta brúðargáva kann vera. Vanliga sigur “man” at um tú ert ein vinur at brúðarparinum og kemur einsamøll/mallur, so skal gávan hava eitt viðrið uppá 250 krónur. 

Kemur tú sum eitt par, tað vil siga tvey, so skal gávan hava eitt viðrið uppá 500 krónur. Ert tú t.d. systkin at brúðrini ella brúðgóminum er ein sindur størri brúðargáva vanligt, t.d. ein gáva á umleið 1.000 krónur. 

Ert tú foreldur at teimum, ið skulu giftast tá er rættuliga torført at siga hvat er tað vanliga er at geva.  

Eg havi spurt nakrar av mínum vinkonum og tað liggur frá min. 5.000 krónur heilt upp til 40.000 krónum. Hetta gevur eisini góða meining at foreldur hjálpa teirra børnum ígongd fíggjarliga nú hetta “nýggja lívi” byrjar og er hetta ein stór hjálp at fáa hjá brúðarparinum. 

Tá man verður giftur eru eisini so mangar vørur, sum skulu keypast og her hava vit gjørt ein praktiskan lista til tín, sum skjótt skal í brúdleyp.

Hesin listin fer at gera tað lættari at keypa eina gávu og ikki vera so óáhugaverdur at “bert” geva pening.

Vinur til brúðarpari (250 krónur)

  • Royal Copenhagen hvid Riflet skál 15 cm. 
  • Mette Blomsterberg’s muffinsformar, breyðformar og tertuformar.

Par (viðrið 500 krónur)

  • Jamie Oliver panna 28 cm
  • Viktorinox borðknívar
  • Skeribretti 
  • Royal Cph Mega vasið
  • So eru tað foreldrini (10.000-40.000 krónur)
  • KitchenAid Foodprocessor = umleið 6.000 krónur

Nýggja song umleið 10.000-40.000 krónur 

Alt hetta fæst til keyps hjá Koppur & Kannu.