Vit gjørdu eitt ordiligt hál, við at vinna tvey rúm á rað.
Uppá trý samdøgur skuldu vit vera liðug við spísistovuna. Valið stóð aftur til okkum hesuferð, um hvussu stóran part av tí stóra rúminum, vit ynsktu at gera til spísistovu. Vit valdu, at spísistovan skuldi vera frammanfyri køksoynna, og tí varð spísistovan ein fjórðapart av øllum rúminum. Hetta merkir eisini, at restin av rúminum verður gjørt til stovu.
Les eisini:
Partur 1: At vera nýbyggjari
Partur 2: Høvdu vit vitað tað bleiv so strævi
Partur 3: Gólv við íblástri úr føroysku grótbrotunum
Partur 4: Onga hóming hvussu leingi nakað tók at gera
5 Partur: Stríddust í hálvan annan tíma at fáa barrina uppá pláss
6 Partur: Leypur úr Føroyum við í innrættingini
7 Partur: Vanliga høvdu vit ongantíð valt ein svartan køk

Vit vóru so heppin, at ta grøna gólvið var aftur á lagur, tá vit skuldu gera køkin og av tí, at vit ikki sleppa at bíleggja nakað frammundan, kundu vit ikki vera vís í, at gólvið enn var á lagur, tá vit skuldu byggja spísistovuna. Tíbetur var enn eitt sindur av gólvið á lagur, og vit fingu aaaaakkurát nokk av gólvinum til spísistovuna. Vanliga verður roknað millum 8-10 prosent í spill, men hesuferð høvdu vit á leið 2 prosent til spill, so tað var seeera týdningarmikið, at vit ikki skóru skeivt. Hóast eg kom til at skera skeivt, so eydnaðist tað okkum at leggja alt gólvið.
Vit ætlaðu frá byrjan at byggja spísiborðið sjálvi. Vit høvdu tosað við hini trý pørini úr reyðum, grønum og gulum húsi um, hvat tey ætlaðu. Tað kom sum ein hvøkkur, at vit øll høvdu ætlanir um at byggja eitt sildabeins borð. Av tí, at hini ætlaðu sær tað, broyttu vit ætlan og sum tit allarhelst hava sæð, so broyttu øll hini eisini ætlan. Martin fór í holt við at sniðgeva og tekna eitt plankaborð. Av tí, at tíðin var so knøpp, avtalaðu vit, at eg stóð fyri at mála og leggja gólv, meðan Martin bygdi borðið. Borðið varð næstan liðugt, tá fyrsti dagurin varð liðugur.

Tað var sera høgt til loftið í húsinum, einir fýra metrar. Tí ynsktu vit, at hava eina reol, ið skuldu fylla ein stóran part av vegginum. Vit ynsktu at byggja eina høga reol, so vit kundu gangnýta rúmið í hæddini eisini. Eg mátaði upp og teknaði eina tekning, ið eg helt hevði verið vøkur til endamálið. Eg hevði onga hóming av hvussu Martin skuldi byggja reolina, men tað hevði hann, hóast vit ikki høvdu roynt tað fyrr. Hetta skuldu vit eisini náa at byggja upp á hesi trý døgnini.
Reolin varð málað sama lit sum veggurin, men fyri at gera hana meira spennandi, valdu vit at klæða hana við eik træi. Fyri at vísa aftur á vindeygakarmin í køkinum, innrammaðu vit eina av hillunum inni í reolini.
Heima hjá Martini og mær hava vit sera nógva list. Vit elska list og tað, ið listin kann gera í einum rúmi. Tað var tó sera torført at finna list upp á tríggjar dagar. Tað skuldi vera list, ið okkum dámdi, ið ikki varð ov langt burturi og sum ikki kostaði ov nógv. Vit funnu ein málning á Den Blå Avis, ið eitt gamalt par hevði til sølu. Tey skuldu flyta úr húsinum, og seldu tí alt innbúgv. Vit vilja ikki siga, at tað er tað mest hugvekjandi málaríið, ið vit hava sæð, men tað riggaði í litunum og støddini. Ein stór ramma var um málningin, men hana tóku vit av, fyri at gera tað meira einfalt.

Endurnýtsla er ein sera stórur partur av ‘Nybyggerne’. Spísiborðið og hillina bygdu vit sjálvi men restin av innbúgvinum í spísistovuni er endurnýtsla. Stólar, lampur, list, nips og annað er alt funnið á loppumarknaðum, í endurnýtslu handlum ella heimasíðum. Hetta eydnaðist sera væl hjá okkum í spísistovuni.
Aðru vikuna á rað vunnu vit tær eyka 20.000 krónurnar til byggikontuna, fyri at hava gjørt vakrasta rúmið. Vit fingu aftur hesuferð sera nógv rós fyri tað, ið vit hava bygt, og at vit høvdu gangnýtt rúmið so væl. Áðrenn køkin høvdu vit einki rúm vunnið, og vit vóru tí væl aftanfyri hini pørini fíggjarliga. Vit gjørdu eitt ordiligt hál, við at vinna tvey rúm á rað. Nú hava vit ov mikið av peningi til tey síðstu tvey rúmini, ið eru forgarður og stova.
Sunnvá er fødd og uppvaskin í Føroyum. Útbúgvin tannrøktari í 2018 og arbeiðir dagliga við tannrætting hjá SmileDesigns.Sunnvá Dahl Rasmussen
Sunnvá er búsitandi saman við sjeikinum Martin Høgfeldt Olsen á Amager í Keypmannahavn.