Til Svínoyar at hava brúdleyp

Í mars 2018 fóruJoan Fríðudóttir Andrésen og Óli Niels Arnfríðuson Andrésen til England at vitja familju hjá Óla. Tey valdu eisini at fara inn í London, fyri at uppliva stórbýin. Men tað var ikki einans fyri at uppliva býin, tí Óli hevði eisini aðrar ætlanir. Hann spurdi Joan um tey ikki skuldi royna tað kenda parisarahjólið (London eye), og tað var Joan spent uppá at royna. Tá tey vóru komin í hjólið og tað snaraði um hægsta punktið, fór Óli á knæ. Joan bleiv heilt tikin á bóli: “Meinar tú tað? Ha? Seriøst? Meinar tú tað?” Tað tók eina løtu, áðrenn tað gekk upp fyri Joan, men hon gav Óla sítt “JA!”.

Nú skuldi brúdleypið ráðleggjast.Upprunaætlanin hjá teimum var, at tey skuldu bjóða øllum teirra nærmastu – eini 220 gestum í bygdarhúsið í Leirvík. Tey vóru ongantíð heilt forelskað í hugskotinum um at halda eitt brúdleyp, har tey ikki fingu tíð at heilsa uppá allar gestirnar, áðrenn kvøldið varð liðugt. Tey ynsktu ein dag uttan stress og tíð til at taka sær av teirra gestum. Óli kom við tí hugskoti, at bara hava eitt lítið brúdleyp úti í Svínoy, nú tá coronastøðan var, sum hon var. Joan helt lítið um hetta at byrja við, men eftir nakrar dagar, hálsaði hon um, og tey blivu so púra samd um tað allarmesta. Hetta vísti seg eisini at vera tann rætta avgerðin fyri tey.

Stutt um teirra brúdleyp

 Dato fyri vígsluna: 9. juli 2021.

  • Vígslan var 9. juli 2021.
  • Áleið 70 gestir vóru til veitsluna.
  • Blivu vígd í Hvannasunds kirkju, brúdleypið varð hildið úti í Svínoy.
  • Veitslan var fyri innbodnum.

Brudleyp.fo spyr

Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleypi?

Vit hildu eitt heldur øðrvísið brúdleyp. Vígslan var fríggjamorgun kl 11. Eftir víglsuna høvdu vit ein drekkamunn í kirkjuhúsinum í Hvannasundi, har øll vóru vælkomin at heilsa uppá okkum. Eftir móttøkuna fóru vit at taka myndir í Hvannasundi og á Viðareiði. Klokkan 14.45 gekk leiðin út til Svínoyar. Vit høvdu leigað Gamlagarð, sum umframt veitsluhøli, hevur 8 stór kømur, og nøkur sethús, so allir gestirnir fingu innivist. Vit leigaðu ein ribbát at føra nøkur fólk út, meðan restin fór út við Rituni. Myndamaðurin klikti óført umborð á Rituni, og fylgdi okkum í einar 2 tímar úti í Svínoy, áðrenn leiðin gekk niðan í Gamlagarð, har allir gestirnir tóku ímóti okkum við fýrverki, sangi og vælkomstdrykki. Kunnu líka leggja afturat, at vit høvdu ein so sera hjálpsaman sjafør úti í Svínoy. Hann hevði pyntað bilin við blómum og fløggum.

Vit løgdu okkum eftir at hava ein avslappaðan stemning fríggjadagin, vit ótu suppu og smyrjibreyð, høvdu spurnarkapping og ymiskt undirhald. Onkur dropi fór kanska eisini niðurum hjá onkrum.

Leygardagurin byrjaði við einum lekkrum brunch frá Amaliu í Frammistovu, hon tók sær av allari matgerð leygardagin. Tey eldru spákaðu runt í bygdini, meðan tað yngra fólkið róðu gummibát niðri í bátahylinum. Vit tóku okkum av løttum, fingu ein góðan millummála og hugni var aftur meginreglan.

Um 19 tíðina byrjaði so tað vanliga borðhaldi, við øllum tí, sum har til hoyrir. Nógvar góðar røður, sangur, fantastiskur matur og gott fólk, var við til at gera kvøldið perfekt fyri okkum.

Hvar høvdu tit brúðarkjóla og klæðir til brúðgómin frá?

Joan keypti brúðarkjóla frá brúðarlín. 

Óli var í føroyskum klæðum, sum mamman so vakurt hevur broderað.

Hvat var tað besta við degnum?

Tað besta við degnum, var sjálvandi, at vit játtaðu fyri hvørjum øðrum, at vit ynsktu at verða hjún. Annars kann man siga, at heildarupplivingin var sera góð; alt gekk upp í eina hægri eind.

Ætla tit at fara á brúðarferð?

Vit valdu ikki at fara nakra brúðarferð. Men vikuna áðrenn brúdleypið fóru vit ein sera minniligan og sjáldsaman túr við RIB báti. Vit vóru, sum millum tey allarfyrstu, um ikki tey allarfyrstu, uppi á øllum 18 oyggjunum sama dag. Vit fingu ein brellbita av øllum tí, sum Føroyar hevur at bjóða. Vit hava valt at kalla hetta okkara brúðarferð, hóast hon var áðrenn brúdleypið.

Hava tit nøkur góð ráð til komandi brúðarpør?

Tað er at gera dagin til TYKKARA, og ikki hvat hini ynskja og halda. Og bara standa saman um avgerðirnar, tað vil siga, at konan bestemmar, og maðurin nikkar.

Høvdu tit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?

Um pláss var fyri fleiri gestum, so høvdu vit bjóðað fleiri. Annars fingu vit akkurát tað, sum vit ynsktu okkum.

Hvør tók myndirnar?

OPHfoto! Fantastiska dugnaligur og róligur myndamaður. Hevur eygað fyri smálutum, sum gera myndirnar heilt einastandandi flottar!

Hvør gjørdi hár, makeup, negl osfr.?

Euphoria klipti Óla og Sólarn, og tók sær uppsetan av hári og makeup hjá Joan. Avera gjørdi negl.

Nakað annað at leggja afturat?

Vit vóru púra ovfarin at síggja hvussu væl familja og vinfólk bakkaðu okkum upp. Einki var óført! Vit vilja bera tykkum eina stóra tøkk fyri alla hjálp, sum tit gleðiliga góvu okkum, og tí tit vóru við til at gera dagarnar ógloymandi <3