Tvey ár uttan hita í húsinum -3 Partur

Sjálvandi ynsktu vit brenniovnin har, ið tað var mest torført. Hetta gjørdi, at vit máttu taka ein part av einum berandi veggi burtur og somuleiðis máttu rørini til radiatoranar lúta. Hetta gjørdi, at vit høvdu ikki hita í húsinum í nærum tvey ár

Les eisini: 
Patur 1 – Okkara fyrsta húsakeyp
Partur 2 – Eitt heimagjørt heimskort

Eftir at hava funnið útav, hvussu køld og illa bjálvaði húsini vóru, tosaðu vit um hvussu hugnaligt og skilagott tað kundi verði at fingið okkum brenniovn.
Spontan sum vit so mangan eru, tá stórar avgerðir skullu takast, fóru vit í býin og keyptu okkum ein brenniovn.

At hann var bygdur inn í veggin so vit ikki sóðu tí fullu støddina hugsaðu vit ikki so nógv um, heldur ikki hvussu nógv hann mundi viga.

Væl nøgd fara vit úr handilinum og halda okkum hava gjørt kvettið. Tað høvdu vit sum so eisini, men vit høvdu bara gloymt at hugsað um vekt, stødd og transport.

Tað vísti seg, at vit høvdu keypt ein risastóran brenniovn, ið vigaði 400 kg og skuldi flytast úr handilinum, upp gjøgnum allar trappunar og smølu gøturnar fyri síðani at koma inn í eina lítla smæla gongd og enda inni í stovuni…

Men høvdu vit hugsað okkum betur um, høvdu vit møguliga endað við einum alternativi til tað vit veruliga ynsktu okkum. So onkuntíð er tað ikki so býtt at handla, tá tað kennist rætt og prísurin eisini er tann rætti, sjálvt um alt ikki er gjøgnum hugsa.

Sigast skal at sølumaðurin hevði verði heima hjá okkum og hugt at skorsteinum, so hann visti hóast alt hvussu tað sá út og hevði kanska sagt frá um uppgávan hevði verið ómøgulig fyri hann. 

Myndir av umvælingini

Fyri at fáa brenniovnin inn í húsið mátti hann flytast við krana niðaná tann fyrsta trappusteinin. Síðani mátti hann skumpast restina av vegnum og upp gjøgnum tær ovastu trappunar. Á sjálvum trappusteininum var ikki ein sentimetur at geva. Til síðst skuldi hann vendast inni í gongini, sum bara var tríggjar fermetrar, og so inn í stovuna. Nú var fyrsta forðingin loyst.

So mátti verandi skorsteinurin dagførast. Dagføringin gjørdist munandi lættari, av tí at nýggju rørini kundi setast niður í gamla skorsteinin og knýtast í.

Sjálvandi ynsktu vit brenniovnin har, ið tað var mest torført. Hetta gjørdi, at vit máttu taka ein part av einum berandi veggi burtur og somuleiðis máttu rørini til radiatoranar lúta. Hetta gjørdi, at vit høvdi ikki hita í húsinum í nærum tvey ár.

Til alla lukku spældi alt væl av og veturin í 2018/2019 var sera mildur.

Áðrenn / Aftaná

Áðrenn / Aftaná

Image

Karin Oddsdóttir Joensen

Karin er gift við Dánjali. Saman eiga tey børnini: Natalia, Nóa, Jónas og Elias. Tey eru búsitandi í Vejle. Hon er útbúgvin professiónsbachelor í ernæring og sundhed og arbeiðir á einum barna og ungdómsheimið, sum sunnheits- og socialpædagogur. Dánjal er útlærdur múrari og býggifrøðingur. Hann arbeiðir sum projektleiðari hjá SelmerByg. Tey hava stóran áhuga fyri umvæling, innrætting, endurnýtslu, kreativiteti, matgerð, familjulívinum og øllum har ímillum.
Facebook/karin
Instagram/karin
Sí fleiri greinar hjá Karin