Upp á tá

Hon er her í kvøld, stendur har so svinn,hyggur onkran annan veg, tá eg tríni inn,letur sum um hon ikki visti av,at tá av er tornað, kemur hon við mær.

1. Hon er her í kvøld, stendur har so svinn,
hyggur onkran annan veg, tá eg tríni inn,
letur sum um hon ikki visti av,
at tá av er tornað, kemur hon við mær.

Niðurlag: Upp á tá leitar hon,
upp á tá sveimar hon,
skimast rundan um seg,
hyggur eftir mær.

2. Og nú trínir hon spelkin fram á gólv,
yndislig og von, líkasæl og køld.
Men eg síggi tað, eingin annar sær,
síggi at hon dansar bara fyri mær.

3. Onki hóvasták ger hon burtur úr,
tá hon biður meg koma út í tún.
Veika hjarta mítt togar hon við sær
fram um hundrað onnur gjøgnum larm og vas.