Vælsmakkandi Dumle sjokolátakaka við fyllu

Tann leskiliga Dumle sjokolátakakan við fyllu er bæði krás fyri eyguni og smakkisansin.
Køkan er ein góður valmøguleiki ístaðin fyri tað klassisku lagkøkuna til tann komandi vaksnamannaføðingardagin ella barnaføðingardagin.
Um tað er til ein barnaføðingardag so lat barnið velja sítt yndis fyllu og síðani seta tað á køkuna.

Tilfar:

Sjokoláta botnur:

3 egg
250 g sukur
1 vanilju stong
200 g smør
180 g myrka sjokulátu
170 g hveitimjøli
60-80 g dumle karamellur skornar i smáð stykkir

Rabarbukrem:

200 g rabarbur
1/2 dl vatn
Tað tómu vaniljustongina frá botninum 30 g rørsukur

Mascarponsmyrsl:

150 g mascarpone (rómaostur)
2 dl róma
2 spk. florsukur

Uppskot til prýði:

Hindber
Jarðber
Bláber
Dumle
Maltesers
Toffifee
Sjokolátu skjalbøkur

Mannagongd:

Sjokoláta botnur:

Byrja við at baka botnin. Tendra ovnin á 180°.
Klæð ein springform við bakipappírið í botninum og smyr síðurnar við smørið.
Deil vaniljustongina, skava kornini út og koyr tey út í eitt sindur av sukrinum, so at kornini skilja seg frá.

Síðani píska eggini, sukrið og vanilju luftugt (skal pískast í uml. 5 min.)
Smelta smørið í einari grýtu við miðal hita. Tá smørið er næstan smeltað, koyrir tú skjokolátuna sum er í lítlum stykkjum í. Rør runt ímeðan, til skjokolátan er smeltað og tað er ein samlík mongd.
Rør spakuliga runt í eggjaðmongdini, ímeðan tú hellur spakuliga sjokolátumongdina í.

Vend síðani mjølið í. Til seinast koyrir tú tær sundurskornu Dumle í. (Tað verður viðmælt at koyra tær í frystaran í 10 min. áðrenn tú skerur tær, so tær ikki klistra ov nógv).

Koyr deiggið í ein springform og set í ovnin í uml. 30 min. Kanna við einum knívi, at køkan er bakað ígjøgnum. (Minst til at tað kann væl sita eitt sindur av Dumle á).

Lat køkuna køla heilt av áðrenn tú koyrir kremið á.

Rabarbukrem:

Skola og sker rabarburnar í uml. 2 cm stykkið. Koyr tær í eina grýtu saman við vatninum, sukrinum og tað tómu vaniljustongina.
Kóka rabarburnar til tær eru moyrar. Smakka til um tað skal meira sukur í, tí tað er stórur munur á hvussu súrligar rabarbur eru.
Koyr alt í eina skál og set hana at køla av, til tað er heilt kalt.

Mascarponsmyrsl:

Koyr mascarpone (rómaostur), róma og florsukur í eina skál og píska alt saman til eitt krem.
Ansa eftir ikki at píska ov leingi, tí tað kann skilja seg sundur tá fruktin verður rørd í. Tað skal vera eitt sindur tjúkkari enn pískaður rómi.
Tað er umráðandi at rómin ikki verður pískaður fyrst, men at øll mongdin verður blandað saman og píska samstundis.

Tíð at seta saman

Vend sjokolátakakuna út á tað fatið, tú skalt borðreiða hana á.
Vend rabarbur og mascarponsmyrslið saman.
Smyr tað á kakuna so tað er mest í í miðjuni.
Síðani kanst tú prýða køkuna við tí tilhoyrinum tú ella føðingardagsbarnið hevur valt.

Væl gagnist!

Karis í Liða Hansen

Karis í Liða Hansen

Karis er gift við Osvald P. Hansen og býr í Tórshavn. Hon er útbúgvin tannrøktari. Hon stríðist dagliga við epilepsi, har eingin heilivág ella viðgerð hjálpir. Hon finnur lívsgleðina og mót at liva, gjøgnum hennara trúgv á Jesus. Hon er takksom at hava fingið eitt gott andaligt sjónarmið, sum hjálpir henni í tí dagliga. 

Karis dámar væl íverksetan, marknaðarføring og branding. Síðani dámar hon eisini væl at blogga um mat og lívsstíl. Hon hevur - saman við øðrum - eisini verið við til at stovnað hesa síðu.