Vit byrja at nærkast endanum, og nú eru bert trý rúm eftir av øllum húsinum
Hesa vikuna hava vit bygt køkin. Vit skuldu sjálvi avgerða hvussu stórur partur av tí stóra rúminum skuldi vera køkurin. Rør til vatn og el var gjørt frammanundan, so tað var avgjørt, at køkurin skuldi hava eina køksoyggj, og hvar m.a. vaski skuldi vera. Vit valdu at nýta ein fjórðing av rúminum til køkin.
Les eisini:
Partur 1: At vera nýbyggjari
Partur 2: Høvdu vit vitað tað bleiv so strævi
Partur 3: Gólv við íblástri úr føroysku grótbrotunum
Partur 4: Onga hóming hvussu leingi nakað tók at gera
5 Partur: Stríddust í hálvan annan tíma at fáa barrina uppá pláss
6 Partur: Leypur úr Føroyum við í innrættingini
Vit hava glett okkum so leingi at koma í gongd við tað stóra rúmið. Tað stóra rúmið liggur í miðjuni av húsinum og er tað, ið skal binda øll rúmini hjá okkum saman.
Køkurin var stuðlaður av Nettoline, ið er ein donsk keta, ið í høvuðsheitum ger køkar. Av teimum 300.000 krónunum vóru 85.000 krónur settar av til køkin. Tað hevur við sær, at vit skuldu nýta 85.000 krónur hjá Nettoline. Um vit ikki nýttu allar 85.000 krónurnar, fóru tær til spillis.
Vit vóru beinanvegin samd um, at vit vildu hava ein køk við eikfrontum. Vit vistu tó ikki, hvussu dýrir teir vóru fyrr enn vit vóru niðri í handlinum. Vit endaðu við bert at keypa eikfrontarnar til køksoynna, tí vit ikki høvdu ráð at hava eik í øllum køkinum. Vit høvdu avtalað frammanundan, at vit ikki ynsktu ein hvítan køk, tí tað hildu vit vera ov keðiligt. Vanliga høvdu vit ongantíð valt ein svartan køk men av tí, at eiktræið og tann grøna borðplátan hóaskaðu so væl til svart, bleiv køkurin svartur.
Av tí, at vit høvdu á leið 2500 krónur eftir av teimum 85.000 krónunum, tá køkurin stóð liðugur, valdu vit at brúka tær síðstu 2500 krónurnar upp á at fáa eina hjálpandi hond við at seta stættin(sokkulin) upp. Vit hava ongantíð roynt at seta ein køk upp fyrr og vit fingu at vita frá Nettoline, at tað er týdningarmikið, at sokkulin varð settur rætt upp.

Martin og eg avtalaðu, at vit máttu byggja okkurt sjálvi í køkinum. Tað er ov nemt at keypa ein flottan køk og seta hann upp. Fyri okkum er tað týdningarmikið at seta okkara egna dám á og tað gera vit við at sniðgeva og byggjað okkurt, ið eingin annar hevur. Í hesum førum varð tað ein vínhill. Tey, ið kenna meg vita, at eg eeeelski vín, og tí var tað upplagt. Harafturat gjørdu vit okkara egnu handtak úr eik til nakrar av køkseindunum.
Lampurnar yvir køksoynni vóru nakrar gamlar industilampur, ið eg fann á dba. Tær vóru upprunaliga stál littar, men blivu spreymálaðar svartar, og vórðu tær sum nýggjar.

Dómararnir vóru sera bergtiknir av vindeygakarminum hjá okkum. Fyri at flætta vindeygakarmin inn í innrættingina, keyptu vit nakrar eikhillar, ið vit skóru til og skrúvaðu fast í vindeygakarmin. Skrúvuholini vóru stappað við træ, so holini ikki sóðust. Træhillarnar gingu áleið ein sentimetur útum vindeyga, fyri at innramma tað enn meira. Vindeygakarmurin kundi á tann hátt virka sum ein hill.
Tað var ein sera sera seeera deilig kensla at vinna køkin. Ein tung byra fór av okkara heðrum og vit kendu ikki eins stórt trýst longur. Vit hava ikki verið kedd av, at vit ikki at hava vunnið tey undanfarnu rúmini, men tað var ein sonn viðurkenning frá dómarunum at vinna eitt rúm.
Vit hava fingið 20.000 krónur eyka á byggikontuna, og mikudagin fara vit at byggja eina rúgvu inni í spísistovuni. Vit byrja at nærkast endanum, og nú eru bert trý rúm eftir av øllum húsinum.

Sunnvá Dahl Rasmussen
Sunnvá er fødd og uppvaskin í Føroyum. Útbúgvin tannrøktari í 2018 og arbeiðir dagliga við tannrætting hjá SmileDesigns.
Sunnvá er búsitandi saman við sjeikinum Martin Høgfeldt Olsen á Amager í Keypmannahavn.