Finalan í Nybyggerne verður mikukvøldið, og tá skal avgerast hvør skal vinna húsini, sum hava eitt virði upp á 2,6 milliónir
Nú hava Martin og eg verið í gongd við ‘Nybyggerne’ í nógvar vikur, og orkan byrjar at verða uppi. Tað hevur verið sera strævið at arbeiða 20 tímar um samdøgri, við bert einum frídegi millum hvørt rúmið. Vit skulu nú í holt við forgarðin. Vit hugsaðu aftur á, hvussu strævið tað var, bæði sálarliga og eisini kropsliga, at gera bakgarðin og tí vóru vit klár upp á, at tað eisini fór at vera strævið í forgarðinum. Vit høvdu ikki nógv hugskot til, hvat vit skuldu hava ella byggja í forhavanum. Fyri okkum er ein forgarður ein partur av húsinum, ið skal síggja flottur og innbjóðandi út og tað var tí vit royndu at fara eftir.
Les eisini:
Partur 1: At vera nýbyggjari
Partur 2: Høvdu vit vitað tað bleiv so strævi
Partur 3: Gólv við íblástri úr føroysku grótbrotunum
Partur 4: Onga hóming hvussu leingi nakað tók at gera
5 Partur: Stríddust í hálvan annan tíma at fáa barrina uppá pláss
6 Partur: Leypur úr Føroyum við í innrættingini
7 Partur: Vanliga høvdu vit ongantíð valt ein svartan køk
8 Partur: Tíbetur var gólvið á lagri
Av tí, at vit nú høvdu vunnið tvey rúm á rað og høvdu meira penning, ætlaðu vit at fáa fatur á einum stórum eik træið. Tíverri var árstíðin ikki til at heinta stór trø, so vit keyptu tað størsta træið, ið vit funnu. Træið var eini 4 metrar høgt, men træbulurin var ikki eins tjúkkur, sum vit høvdu vónað. Træið varð plantað í miðjuni av grasplenuni ella har á leið.
Vit vóru samd um, at vit ynsktu gras í forgarðinum. Hesumeðin húsini varð mold á grundini, og tí var klárt at leggja gras á. Vit keyptu nakrar stórar runnar, ið vit plantaðu fyri at skerma av til grannan. Hesir runnarnir verða sjálvandi tættari við árunum. Vit ætlaðu at seta ein garð upp út til vegin, men vit fingu at vita, at hetta ikki var ein møguleiki.
Vit valdu at leggja flisar fram við húsinum av tí, at flisarnir lógu í innkoyringini frammanundan. Fyri at bjarga hallinum millum flisar og gras, gjørdu vit eitt blómubeð, ið varð innrammað av gróti. Vit ynsktu at hava okkurt føroyskt í forgarðinum, og tí lagaðu vit ein varða. Varðin er ein vegvísari, og á tann hátt kann eg altíð vera vís í, at Martin altíð finnur vegin heim til mín, tá hann er úti og siglir.

Av tí at økini vóru sera nógv í forgarðinum, handlaði tað um at hugsa um hvussu vit skjótast og best kundu koma í mál. Frammanfyri inngongini var eitt øki, ið var sera væl egnað til ein bonk. Vit hugsaðu, at tað hevði verið vakurt við eitt sindur av blómum her eisini og tí var upplagt, at seta bonkin og planturnar saman. Vit nýttu urtapottarnar sum bein til bonkin og bygdu eitt lítið borð í horninum. Vit vunnu nógva tíð við tí loysnini, og harafturat fekk bonkurin eitt festligt ískoyti. Tað ljóðaði á dómarunum, at tey vóru sera bergtikin av honum.
Í forgarðinum var eisini ein skúrður, ið skuldi innrættast. Vit valdu at bíða við skúrinum, til vit vóru liðug við restina. Krøvini til ein tílíkan skúrð kundu ikki vera ov høg, hugsaðu vit. Fyri at fáa so nógv burturúr tí lítla plássinum inni í skúrinum, bygdu vit nakrar goymslukassar á hjólum, ið koyrdu undir einari lítlari borðplátu, so møguleiki var fyri, at seta ymiskt frá sær.
Alt í alt fingu vit nógv meira rós enn vit høvdu væntað fyri forgarðin. Vit føldu, at alt vit høvdu gjørt, var gjøgnumført, men ikki eins hugvekjandi, sum dómarirnir hildu.

Tað var sera stuttligt at gera forgarðin av tí, at vit vóru uttanfyri og sóu tí meira til okkara nábúgvar. Vit høvdu búð í húsinum í nógvar vikur, og vóru blivin so tøtt við hini pørini. Tey eru øll vorðin nøkur av okkara tættastu vinfólkum. Í forgarðinum høvdu vit millum annað eitt hugnaligt kvøld saman, har vit hugnaðu okkum um bálið, hóast eingin av okkum hevði tíð til tað.
Forgarðurin er liðugur, og nú manglar bert stovan og finalan. Mikudag, altso 25. november (2020) ,verður finalan. Tað gongur fyri seg á tann hátt; at fyrst verður stovan víst, ið er ein vanligur partur, og í framhald av seinasta partinum, verður ein beinleiðis finala.
Tað er hendan tíman, at allir hyggjararnir skulu atkvøða við sms-atkvøðu upp á teirra yndis par. Vit hava brúk fyri øllum atkvøðunum, ið vit kunnu fáa. Vit hava fingið váttað, at tað tilber at atkvøða úr Føroyum.
Tað parið, ið fær flest atkvøður fær húsið til ognar, ið hevur eitt virðið á 2,6 milliónir krónir.
Sunnvá er fødd og uppvaskin í Føroyum. Útbúgvin tannrøktari í 2018 og arbeiðir dagliga við tannrætting hjá SmileDesigns.Sunnvá Dahl Rasmussen
Sunnvá er búsitandi saman við sjeikinum Martin Høgfeldt Olsen á Amager í Keypmannahavn.