Vel røttu sofuna

Sofan er eitt tað týdningarmiklasta møbli í heimi okkara, sofan er samlingsstaði hjá familjuni. Tað er har vit møtast eftir ein langan harðan dag, slappa av og lada upp.

Sofan er eitt tað týdningarmiklasta møbli í heimi okkara, sofan er samlingsstaði hjá familjuni. Tað er har vit møtast eftir ein langan harðan dag, slappa av og lada upp. Kanska tú blakar beinini upp framman fyri sjónvarpinum ella hugnar tær við eini góðari bók. Tað er umráðandi, at tú velur eina sofu, sum hóskar júst til tín og tín tørv. Eg havi samlað nøkur góð ráð, sum tú kanst hava í huga, tá tú leitar eftir eini nýggjari sofu.

Hvussu stór skal sofan vera?

Rúmið avgerð hvat slag av sofu, tú hevur pláss fyri, og hvar í rúminum hon burdi staðið. Hvussu stór skal sofan vera og hvar skal hon standa? Hvar er best pláss í rúminum, og hvar kann sofan standa uttan at standa ívegin fyri øðrum møblum? Ynskir tú at sofan skal venda ímóti útsýninum, sjónvarpinum ella bæði? Bæði leður og toy kann litfarast av dagsljósi, so um møguligt, lat vera við at seta sofuna beint upp ímóti vindeygum, har hon stendur í sól allan dagin. Hevur tú eina lítla stovu, kanst tú velja eina lætta sofu við ljósum litið. Er stovan sera stór, kann sofan eitt nú nýtast sum ein rúmdeilari, fyri at skapa eitt følilsi av fleiri rúm í rúminum.

Hvussu brúkar tú sofuna?

Situr tú upprætt/ur tá tú hugnar tær saman við familjuni, hyggur film ella spælir playstation? So vel eina sofu við góðari sitigóðsku, eina við føstum pútum, sum gevur góðan stuðul til lendarnar og ryggin. Hugsa eisini um sitidjúpdina á sofuni, og hvussu upprættur tú ynskir at sita. Vel eitt miðalhøgt ella høgt armlen, sum stuðlar arminum, og vel eina nakkapútu fyri besta stuðulin til nakkan. Eisini kanst tú seta ein puff, sum kann brúkast til at hvíla beinini á ella sum eitt eyka siti pláss hjá børnunum.

Elskar tú at søkka djúpt niður í sofuna og njóta ein góðan film. So vel eina sofu við sitidjúpd. Hugsa um setri skal vera fast ella bleytt og vel lá ella skrá armlen. Set pútur í sofuna fyri veruliga at fáa tað bleytu kensluna. Vel eina sofu við chaiselong, so tú fært beinini upp, tá tú liggur í sofuni og hyggur film.

Toy ella leður?

Hav í huga, at tað eru hópin av toy og leður góðskum. Hygg eftir slitstyrki, ljósrættleika og hvussu tú skalt halda/røkta sofuna. Slitstyrkin mátast við tí, sum eitur Martindale. Í privatum heimum verður mælt til 15.000 – 25.000 Martindale fyri at kunna klára vanligt slit. Í almenna rúminum er vanligt kravt yvir 50.000 Martindale. Um tú hevur børn og djór er tað sera hent at velja leður, tá tað er lætt at halda og skittur setur seg ikki niður í leðri, sum tað ger við toy. Men um tú ynskir tær eina toy sofu og hevur børn, so er mítt ráð at fylgja tínum ynski, og síðan vatntetta sofuna. Á henda hátt perlar vatni av sofuni, um børnini skuldu stoytt á hana.

Eisini er umráðandi at hugsa um góðskuna á toyinum. Leður gevur ein luksus dám, ímeðan toy er heitari og bleytari. Fyri at leingja um livitíðina á sofuni er umráðandi at røkja hana væl. Leður skal hava leður krem tvær til fýra ferðir um ári. Og toy skal vatntettast beinanvegin og so við og við reinsast og vatntettast.

Skriva hevur Beinta Færø