Leið meg út á villar víddir har lívið leika skalfrælsi fær eitt innihald og vónin gerst eitt valja heilt út har vindar venda og orka broytir skapEinstein møtir Marx og Freud og Rolling Stones aftrathar blandar tú títt blómubryggj uttan timburmenn og fólkaskommtí avdottin er bakkus brátt av kánabrúdleypsrommkom við út á villar víddir uttan haft ella tíðartonn.
1. Leið meg út á villar víddir har lívið leika skal
frælsi fær eitt innihald og vónin gerst eitt val
ja heilt út har vindar venda og orka broytir skap
Einstein møtir Marx og Freud og Rolling Stones aftrat
har blandar tú títt blómubryggj uttan timburmenn og fólkaskomm
tí avdottin er bakkus brátt av kánabrúdleypsromm
kom við út á villar víddir uttan haft ella tíðartonn
2. Sigl meg út har sjógvar slættast av skynseminnar vernd
hvør ein misgerð rættast í somu løtu hon er nevnd
vilt tú syngja millum vinir mást tú ganga út úr takt
tí tín leiðari gerst linur tá tín samvitska fær makt
eygu øtast undrandi tú bert meg burtur blundandi
øsast upp heilt óttaleyst í nirvana out of time
blaka meg so har bylgjur brótast oman bakka út um heim
3. Eg vil síggja syndir slaktast og teg sveima upp av ný
tí har insta vónin aktast hon vekur vápnagný
eg vil daga duldar dreymar og loysa lygnarhaft
vita nær ja er ja og nei er nei tá ivin heldur kjaft
og lívið er eitt puslispæl sum aldri liggur sum tað skal
sum eitt sprell í kosmos tú og eg á Edensgarðarveg
vælkomin út á villar víddir her skal ongin spara seg.