Brúðarparið:
Rebekka Lydersen & Bogi Reinert Lydersen
Rebekka er 23 ára gomul og starvast á einum dagstovni.
Bogi er 29 ára gamal og er leiðari í kundatænastuni í Betri Banka.
18.01.19 høvdu tey teirra 3 ára dag og 09.02.19 góvu tey hvørjum øðrum eitt JA.
Hvussu avgjørdu tit at giftast ella hvør spurdi hvønn og hvussu?
Eg (Bogi) avgjørdi at fara niður á knæ á mínum føðingardegi. Hetta var tí, at vit skuldu taka parmyndir á hesum degnum.
Eg helt tað vera stuttligt um vit fingu hesa hendingina á mynd. Rebekka samskipaði myndatøkuna og tí roknaði eg við, at hon ikki vildi fáa nakran mistanka, at hetta var dagurin, at hon skuldi siga: JA!
Eg avtalaði við myndatakaran kvøldið fyri hvussu og hvar eg fór niður á knæ, soleiðis, at myndatakarin skuldi verða klárur.
Vit komu til Garðahúsið í Søldarfirði, og tóku myndir í garðinum har. At enda fór eg niður á knæ beint áðrenn vit skuldu fara víðari.
Alt fekk ein góðan enda og Rebekka segði: JA!
Hvussu reageraði Rebekka, tá tú spurdi um at giftast?
Eg var SO glað! Eg hevði ikki væntað tað akkurát hendan dagin og als ikki á hansara føðingardegi!
Eg bleiv SO yvirraskað! Og fór at gráta! Eg var skjót at siga JA! Hetta tí at eg visti, at hetta var HANN eg skuldi giftast við.
Dato fyri vígsluna:
9. februar 2019
Gestir til veitsluna:
140 fólk
Vígsla:
Vesturkirkjan
Veitsla:
Bygdarhúsinum í Hósvík fyri innbodnum.

Fíggjarætlan:
Umleið 100.000 kr, klæðir ikki íroknað
Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleypi?
Tí vit ynsktu at hátíðarhalda dagin saman við teimum nærmastu. Vit høvdu brúðarhús dagin eftir, har øll vóru vælkomin.
Brúðardagurin:
Rebekka gjørdi seg klára í íbúðini, sum vit nú búgva í og Bogi gjørdi seg kláran heima hjá foreldrunum.
Vígslan byrjaði klokkan 11. Eftir vígsluna fóru vit at taka myndir. Tað regnaði nakað so illa, men vit fingu nakrar fantastiskar myndir hóast alt.
Eftir myndatøkuna, gekk leiðin til Hósvíkar har veitslan var hildin.
Forrætturin var ovnstoktur toskur við sitrónkremi og tomatsalsa og flutes eisini. Høvuðsrætturin var medium-stokt oksafilet servera við steiktari gularót og dampaðum broccoli, aftur við hesum var rómasoppasós og lítil persillu eplir. Omaná var smákøkur, té og kaffi.
Eftir veitsluna høvdu vit eitt stórt kakuborð.
Dagurin var heilt fantastiskur og eru vit so glað fyri dagin.

Brúðarkjólin:
Brúðarkjólin var mín dreymakjóli.
Tá eg skuldi í Brúðarlín at passa brúðarkjóla, legði eg einki í tann kjólan, sum eg endaði við at hava á, tá eg gekk eftir kirkjugólvinum. Eg helt ikki kjólan vera flottan. Hann hekk í vindeyganum, og mamma mín helt at eg skuldi fara í kjólan.
Aftaná tógvið stríð fór eg í hann, og eg sá nú, at hesin kjólin bleiv mín dreymakjóli.
Kjólin er frá Morilee og keyptur úr Brúðarlín. Eg hevði eisini eitt langt flott slør.
Klæðini hjá brúðgóminum:
Myrkabláan klædning frá Oscar Jacobson, hvíta skjúrtu, svartar klædningsskógvar og myrkabláa butterfly.
Tað besta við degnum:
Vit eru so nøgd við alt!
Brúðarferðin:
Vit hava ikki verið á nakrari brúðarferð, men vit fóru til Leynar í summarhús í nakrar dagar.
Høvdu tit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?
Nei, vit fingu okkara dreymabrúdleyp.
Hvør tók myndirnar:
OPHfoto, vit eru sera glað fyri at vit valdu OPHfoto, vit fingu myndirnar, ið vit høvdu droymt um.
Hvør gjørdi hár, makeup:
Hár gjørdi Ásla Breyt Danielsen. Sminka Jútta Vestergaard Christiansen. Negl Stjørnuskotið Mirjam Reinert Olsen
Hvør gjørdi matin til brúdleypið:
Forrættin gjørdu vinfólk. Høvuðsrættin gjørdi Ruben Busk.
Brúðarkaka:
Gómagott
