
Brudleyp.fo spyr brúðarparið Vivian á Stongum & Jóhan Petur á Stongum um teirra stóra dag.
Størv og stutt lýsing um tykkum?
Vivian, 32 ár, Námsfrøðingur og arbeiði sum varaleiðari í barnagarðinum Alvalon í Sørvági.
Jóhan Petur, 37 ár, verkfrøðingur í Arkitekturi, havi saman við tveimum øðrum stovnað fyritøkuna Sp/f Vága Smíð, ið sniðgevur, byggir og veitir ráðgeving innan alla bygging.
Vit hava verið saman í 15 ár. Frá 2010 til 2015 vóru vit búsitandi í Aalborg har vit vóru undir lesnaði. Síðani vit fluttu heim aftur hava vit fingið tríggjar fantastiskar prinsessur. Sólva 7 ár, Julia 5 ár og Elsa 2 ár. Fyri tveimum árum síðani fluttu vit inn í nýggj hús, sum vit sjálvi hava sniðgivið og bygt.
Hvussu avgjørdu tit at giftast ella hvør spurdi hvønn og hvussu?
Eg, Jóhan Petur, hevði hugsa um hetta leiiiiiiingiiii. Avbjóðingin var at finna røttu løtuna. Tíðliga á morgni 21.des 2020 keypti eg ringin ið skuldi hjálpa til við ja’num 😀 Valið fall á vakran silvurring við skínandi perlu í miðjuni. Hetta var hann hugsaði eg, og ringurin keyptur. Seint á kvøldið 23. des, kom løtan. Daman hevði borreit við lekkrum tapas, tær eldru prinsessurnar vóru sovnaðar og tann yngsta, tá tveir mánaðar gomul, lá og sprellaði á borðinum við stórum smíli. Fór undir brús fyri at hugsa hvussu leikur skuldi farast fram. Minnist at tá eg kom undan brúsini hugsaði eg øgiligt um hvat fyri klæðir eg skuldi fara í…. Ávegis inn í klædnarúmi síggji eg vøkru damu mína í náttklæðum…hmmm hugsaði eg…. Har var bara eitt at gera, eg fór eisini í náttklæðir, hehe 😀 Daman bjóðaði eta og saman sótu vit eina løtu og prátaðu ímeðan vit bíðaðu til stóra rekkjukoyringin skuldi koma framvið húsunum……Nú skuldi tað verða, eg fór niður á knæð…og hon segði….
Hvussu reageraði tann sum bleiv spurdur tá hin partur spudi teg um at giftast?
So roksutur sum hann altíð er so trúði eg als ikki uppá hann…tað fyrsta eg segði var… Hvat gert tú, reis teg upp, ikki tvætla! Eftir hetta gloymdi hann alt um tað langu taluna ið hann ætlaði at halda, tí nú mátti hann yvirbevísa meg um at hann meinti tað. Eftir eina løtu fangaði eg so at hann meinti tað, og feldi nøkur tár áðrenn eg gav mítt ja.








Dato fyri vígsluna?
Tað var sera trupult at velja dato tí akkurát tá var korona uppá tað hægsta. Vit hugsaðu at hava tað um summari árið eftir, men vantaðu at á jólum 1 ár seinni burdi korona farshóttin verði av. Tí fall vali á 30.12.2021.








Antal gestir til veitsluna?
Vit høvdu bjóða 150 fólkum, men vegna korona og sóttarhald endaðu vit á:
100 vaksin og 7 børn
Stað fyri vígsluna?
Sørvágs Kirkja
Veitslan bleiv hildin
á Hotel Vágum. Eitt deiligt hølið til at hava eitt brúdleyp.
Var tað veitsla fyri innbodnum ella opið hús?
Veitsla fyri innbodnum
Fíggjarætlan
Alt í alt kostaði tað um kr. 125.000
Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleypið?
Vit vóru bæði samd um at borðhald skuldu vit hava. Fyri okkum er eitt brúdleyp sera persónligt, og tí var tað týdningamikið at hátíðarhalda dagin saman við teimum nærmastu, familju og vinum. Umframt hetta var tað eisini fyri at hava yvirblikk yvir hvussu nógvur matur, drekkivørur o.a skuldi gerast. Og ikki minst kostnaðurin, fleiri fólk, fleiri útreiðslur.







Frágreiðing um brúðardagin?
Dagurin byrjaði við at vit vaknaðu í hvør sínum húsið. Jóhan Petur og børnini gjørdu seg kláran heima. Eg svav hjá foreldrum mínum, og byrjaði dagin við at eta morgunmat, sum mamma hevði borðreitt so fínt til mín. Síðan koyrdi mamma meg yvir til Miðvágs á Salong Aura, har eg skuldi møta kl. 8.30. Leika gjørdi meg klára til stóra dagin, legði make up og gjørdi hár. Ann-Britt svigerindan gjørdi hárið hjá gentunum og kom síðan yvir til mín at hjálpa mær at latað meg í kjólan og at koyra meg til Sørvágs kirkju, har vígslan var. Dóttrarnar stóðu so fittar og bíðaðu eftir mær í hurðini saman við mammu míni. Og so kom stóra løtan😊 Tær elstu genturnar gingu fremst og tann yngsta var í fanginum hjá pápa mínum, sum leiddi meg inn eftir kirkjugólvinum. Vit bíðaðu so leingi við at ganga at orgli var liðugt at spæla áðrenn vit vóru komin framm, tað var eitt sindur kiksa, men gott er, sjeikurin stóð spentur og bíðaði eftir mær.😅
Inga Poulsen Dam prestur, gifti okkum, tað var ein so deilig løta og eru vit glað fyri enduliga at kunna kalla okkum kona og maður!
Eftir vígsluna tóku vit fleiri familjumyndir í kirkjuni og so fóru vit bæði at takað brúðarmyndir ymsastaðni, beiggi mín var sjafør hjá okkum😊 Tað regnaði og var bítandi kalt, men tað hugsaðu vit ikki serliga nógv um hesa løtuna, tíðin fleyg avstað.
Um 17 tíðina vóru vit liðug og fóru so niðan á hotelli har veitslan bleiv hildin. Vit settu okkum inn í kamari eina løtu, fingu klemm frá gentunum hjá okkum og slappaðu av eina løtu áðrenn allir gestirnir komu. Tann yngsta dótturin hjá okkum var 1 ár og væntaðu vit ikki at hon fór at fáa nakað burturúr við at koma við, so vit valdu at hon ikki skuldi verða við til veitsluna. Hon svav hjá einum starvsfólk á vøggustovuni har sum hon gongur, og tað hevði gingid ordiliga gott, so tað var deiligt.
Veitslan byrjaði kl. 18.30. Vit stóu í gongini og tóku ímótir øllum gestunum. Tað bleiv bjóða snapsur og vælkomstdrinkur og so stóð OPH klárur at takað myndir av gestunum á reyða løbarinum. Tá øll vóru komin og høvdu sett seg til borðs, gingu vit inn í veitsluhølið ímeðan okkara góði vinur Jóhan Mikkelsen sang sangin: Perfect hjá Ed Sheeran. Ein rørandi løta, hvar ØLL eyguni vóru a okkum.
Veitslan var fantastisk frá byrjan til enda – góður matur, gott undirhald, talurnar bæði góðar, stuttligar og rørandi. Og ikki at gloyma tann góði stemningurin – dansa var uppi á stólunum og øll vóru í góðum lag. Sjálvandi hevði maðurin syrgt fyri at Jens Marni Hansen kom at syngja nakrar sangir fyri okkum, hann var sum altíð sera góður.
Eftir veitsluna dansaðu vit brúðarvalsin, og um vit skulu siga tað sjálvi, so gekk tað bara heilt væl😅 Og so fór Sólva, elsta dóttir okkara upp á senuna at syngja “Perlan” hjá Blátt gras, tá vóru vit rørd og ikki minst stolt.
Vit høvdu eitt rimmar orkestur at spæla til dans og fóru vit til koys uml. kl. 5.30 – tá fóru teir síðstu gestirnir eisini heim. Børnini vóru uppi næstan líka leingi sum vit, og hugnaðu tey sær nakað so nógv. Tey svóu eisini á hotellinum, inni í kamarinum hjá ommu og abbanum.🥰
Veitslan var sum sagt á Hotel Vágum, og fleiri av gestunum høvdu bílagt sær kamar, tað riggaði super væl. Vit vóru fleiri sum ótu morgunmat saman “dagen derpå”, so hugnaligt. Vit hava bara hoyrt positivar afturmeldingar av degnum og eru vit sera glað fyri at gestirnir eisini høvdu eitt gott kvøld.




Brúðarkjólin
Eg hevði onga klára mynd í høvdinum um hvussu kjólin skuldi síggja út, og var tí sera spent uppá at fara inn í Brúðarlín at royna ymiskar kjólar. Eg royndi uml. fimm kjólar, og fall á vakra kjólan sum myndin vísir. Eg leigaði kjólan, keypti skógvarnir og slørið frá Brúðarlín. Og genturnar vóru eisini í so fínum kjólum, ið vit lándu frá Brúðarlín. Eg vil takka brúðarlín fyri góða tænastu.
Klæðini hjá brúðgóminum
Eg havi altíð havt ein tanka um at eg skuldi hava ein langan frakka, nakað sum man ofta sær tá prinsar skulu giftast. Hehe.. Men daman segði bums nei.. sooo, tað bleiv til ein vakran hvítan vest við bláum mynstri ið passaði sera væl til eyguni og føroysku klæðini. Mamma mín bant hosurnar og var við til gera meg kláran til stóra dagin.
Tað besta við degnum
ALT. At síggja komandi konuna koma gangandi eftir kirkjugólvinum, leidda av pápanum, var ein STÒR løta. Eyguni vatnaðust og trupult var at halda tárini aftur. Tað var uttan iva tað besta fyri meg (Jóhan Petur) og ikki minst tá hon segði JA.
Annars má sigast at alt var gott, uttan iva ein tann besti dagurin í lívinum hjá okkum. Myndatøkan var stuttlig hóast veðrið var so sum so. Veitslan er tann besta vit hava verið við til. Mest sum øll høvdu veri innilæst vegna korona og hetta var fyrsta veitslan hjá teimum flestu í 2 ár. Tí var lagi avbera gott á gestunum.





Brúðarferðin
Hon kemur…
Eitt gott ráð til komandi brúðarpør
Brúka minn meg á listan, hann er genialur, gevur gott yvirblikk.
Dagurin er tykkara, hugsa tí bert um tað tit ynskja og ikki hvat hini plaga at gera ella siga tit skulu gera 😊
Njóti løtuna, dagurin hann flýgur avstað. Man kundi ynskt at tíðin stóð í stað, hendan stóra dag.
Høvdu tit gjørt nakað øðrvísi um møguligt
Sjónbanda vígsluna og talurnar.
Hvør tó myndirnar
OPHfoto
Meiningin var at OPHfoto bert skuldi taka myndir av klárgeran av brúðuruni, vígsluni og familjumyndir. Men 2 dagar áðrenn vígsluna bóðu vit OPHfoto um at vera við til allan dagin umframt borðhaldi. Hesa avgerð eru vit sooo takksom fyri! 😊
Fantatiskar myndir og alvorliga dugnaligur myndamaður! Vit vilja uttan iva viðmæla OPHfoto
Hvør gjørdi hár makup og negl
Leika Samuelsen hjá Salong Aura í Miðvági, gjørdi makeup og hár. Neglirnar gjørdi WERA í Miðvági. Eg eri sera glað fyri úrslitið, tær vóru við til at eg føldi meg sum ein sonn prinsessa hendan dagin. 😀
Hvør gjørdi matin til brúdleypið
Hotel Føroyar stóð fyri matinum, drekkivørum og servitrisum. Tað riggaði ordiliga væl 😊
Forrættur vaksin: Rækjubland v/breyð
Forrættur børn: Høsnarunga spjót og grønmetisstavar
Høvuðsrættur: Langttíðar stokt oksasteik, rómaeplir, grønmeti av grillini og sós
Dessert: Kakuborð
Náttmatur: Pizza
Hvør gjørdi brúðarkøkuna
Jónleyg Mikkelsen í Sørvági (tagga kovin mitt í bygdini). Køkuna sniðgóvu vit saman við Jónleyg – ein so flott kaku, sum vit vóru ordiliga glað fyri. 😊






Vivian & Jóhan Petur vilja takka familju og øllum sum á ein hvønn hátt hjalptu til, soleiðis at dagurin bleiv veruleiki, eingin nevndur, eingin gloymdur

Tit vóru øll við til at vit fingu ein ógloymandi góðan dag.