Húsini í Silkeborg hava eitt virði upp á 2,6 milliónir krónur. Væntandi flyta tey inn í summar
Í november (2020) vunnu Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen sendingina Nybyggerne á danska TV2. Samstundis vunnu tey húsini í Silkeborg, sum tey høvdu innrættað, og sum hyggjararnir vikurnar frammanundan høvdu fylgt við í.
Nú hava tey endiliga yvirtikið húsini, sum hava eitt virði á 2,6 milliónir krónur. Tað er soleiðis, at tey sum luttaka í væl umtøktu sendingini verða funnir umvegis eina upptøkuroynd, og lógin sigur, at tá skal b-skattur rindast av vinninginum.
Hetta er nakað vinnararnir sjálvir mugu taka sær av, og tað kann taka sína tíð, men er nú avgreitt hjá dámligu føroysku nýbyggjarunum.

– Vit hava fingið lyklarnar til okkara “nýbyggjarahús”, og tey eru alment okkara. Nú kunnu vit byrja at leggja ætlanir um at flyta, skrivar Sunnvá Dahl Rasmussen á Instagram.
Hon skrivar víðari, at síðani upptøkurnar av Nybyggerne er nógv hent. Unnustin, Martin Høgfeldt Olsen, hevur fingið sær ein steðg í starvinum hjá Mærsk, og er byrjaður í skúla til bygningssnikkari. Hann er í gongd við fyrsta partin av útbúgvingini, og tí væntar unga parið úr Havn at flyta til Silkeborg í august mánað.
– Vit gleða okkum sera nógv at byrja ein nýggjan kapittul, og sleppa nærri náttúruni í einum av vakrastu býum í Danmark, skrivar Sunnvá Dahl Rasmussen.
Tá Nybyggerne varð sent, bloggaði Sunnvá Dahl Rasmussen fyri okkum um rúmini. Leinki til hetta er niðanfyri:
Partur 1: At vera nýbyggjari
Partur 2: Høvdu vit vitað tað bleiv so strævi
Partur 3: Gólv við íblástri úr føroysku grótbrotunum
Partur 4: Onga hóming hvussu leingi nakað tók at gera
5 Partur: Stríddust í hálvan annan tíma at fáa barrina uppá pláss
6 Partur: Leypur úr Føroyum við í innrættingini
7 Partur: Vanliga høvdu vit ongantíð valt ein svartan køk
8 Partur: Tíbetur var gólvið á lagri
9 Partur: Varði í havanum
10 Partur: Kenslubornir dagar í stovuni