Zelot

Orð og lag: Rani Nolsøe

Tit søgdu nei til trælahald
nei til rómverst vald
talan var greið til ta kúgaðu fjøld
sum fjøtrað av rómverjum var
tá Pilatus alt vald hevði har.

Palestina tit vildu hava frælst
og hóast leinkjan tó aldri brast
so var tað eitt frælsis og kærleiksboð
sum í uppreistri tykkara lá
og øllum kúgaðum hvílur á.

Men nú stendur kærleiksboðið veikt
frælsið lýsur bleikt
tí tíðirnar broyttust og hvør segði nei
tá atomøldin reisti seg
og við vápnum slóðaði veg.

So hvat vilja profetarnir í dag
sum tigandi hava sæð
seg sjálvar alt meira fløktar inní
eina yvirvápnaða verð
har Mammon gudurin er.