Hákunnardrongur situr við tína song
og koyrir tær torvmold í eygað.
Hann syngur eina vísu um, at náttin er so long,
og tú má honum lova,
at tú legst at sova,
tá sleppur tú í Dreymaland,
at spæla til tað lýsnar.
So banka tit á portrini í stóru dreymaborg,
sum opnast – og tit trína innar
í vakrar urtagarðar, har einki eitur sorg,
tit ganga eftir gøtum
á blómuprýddum fløtum,
har lítlir fuglar syngja
so vakurt fyri tær.
So ríða tit á mánastrálum eftir himnabrúgvum
og stjørnurnar lýsa tær á veg,
tær hanga undir hválvinum í smáum bjørtum rúgvum,
og sum klokkur tær ringja,
sum einglar tær syngja
og ynskja, at eydnan
skal fylgja tær á veg.
Tú vaskar tær í silvitni, sum mánin hin klári
í nátt letur dansa á vág,
og norðlýsið bjarta tær tváar inn í hárið,
tú tornar á strondum
í ævintýrlondum,
og stjørnudust flættar
tú í títt reina hár.
Men út ímóti morgni, hákunnardrongur
teg leiðir heim í tína song.
Nú sleppur tú ikki at spæla har longur,
tí dagur fær nátt
til at falla í fátt,
og dreymarnir hvørva,
tá ljósið er nær.