Áh, kundi á tíðarhavi

Áh, kundi á tíðarhavi
vit akker kasta ein dag,
tá vit hava eydnuna vunnið,
so hon ikki rýmdi av stað.

Tíðin, legg tínar veingir
saman bert hesa stund,
meðan eg sælur kyssi
mítt sólfagra ástarsprund.

Og løtan hin signaða, ríka,
á kvirru, ástheitu nátt, –
áh, lat meg í kossinum doyggja,

tá hvíli eg æviga gott.