Brúdleypið við ársins størsta brúðarblómutyssi

Johan Dávur er útlærdur timburmaður og byrjaði í starvi hjá Net, sum húsavørður í byrjanini av 2019. Áðrenn tað hevur hann arbeitt hjá byggivirkinum KBH sum timburmaður í gott 8 ár. Hann er virkin í ítrotti – serliga fótbólti, og hevur sparkað við bestu deildini hjá B68 í nógv ár, umframt tað hevur hann verið virkin í felagnum við nevndar og ungdómsarbeiði. Eisini hevur hann spælt flogbólt við Mjølnir. 

Marita er útlærd blómuprýðari. Hon byrjaði í nýggjum starvið hjá Blómuhúsinum á Norðskála í januar 2019. Áðrenn tað arbeiddi hon í Orkis, har hon hevur starvast og lært síðan juni 2013. Frítiðin verður nýtt til listarligt virksemi, myndlist og framsýningar.

Hvussu avgjørdu tit at giftast ella hvør spurdi hvønn og hvussu?

Vit høvdu prátað eitt sindur leyst í nakrar mánaðir um at giftast, og droymdu eitt sindur um, hvussu tað skuldi vera. Tað var tó ikki nakað, ið lá í kortunum í nærmastu framtíð.
Tó so, ein dagin vit vóru hjá foreldrunum og grillaðu á altanuni, í allar fagrasta veðri og við tí flottasta útsýninum, fór Johan Dávur brádliga á knæ og spurdi stóra spurningin.

Hvussu reageraði tú, tá Johan Dávur spurdi teg um at giftast?

Marita: Meðan hann legðist á knæ vóru eini tvey sekund, har tankarnir fóru frá: “hvat hendir her”  til NÚ! Nú hendir tað – stóra løtan. Tá hann so spurdi, um eg vildi gifta meg við sær, var tað ein flóðalda av kenslum, ið bylgdust innaní. Tárini byrjaðu at pressa seg um eygnakrókarnar áðrenn eg fekk kroyst eitt “ ja, sjálvandi” um varrarnar. Ein góð, kensluborin og vøkur løta.

Dato: 10. august 2019

Gestir til veitsluna: 105

Vígsluna: Fríðrikskirkjan á Toftum

Veitslan bleiv hildin: Hotel Hafnia

Eftir vígsluna kl. 11 høvdu vit eina móttøku/vælkomst í Skótahúsinum við Løkin frá kl 13.30-16.00. Síðani var veitsla fyri innbodnum um kl 19.

Hví valdu tit júst hetta slag av brúdleyp?

Í fyrstu atløgu høvdu vit ætlað okkum eitt lítið brúðleyp. Men, sum planleggingin leið, og hølið var funnið, so vaks gestalistin eisini, heilt til vit ikki høvdu pláss fyri fleiri. Orsøkin at vit valdu at hava veitsluna í Panorama, vóru sjálvandi vøkru umstøðurnar, men eisini at sleppa undan hóvastákinum av at skula dekka upp osfr.

Vit valdu at hava móttøku beint eftir vígsluna. Tað var rættuliga ringt at avmarka innbjóðingina til brúdleypið, tí valdu vit at hava móttøku. Á tann hátt høvdu allir okkara vinir og kenningar møguleika at koma at heilsa uppá okkum og fáa ein góðan bita. Vit gjørdu nógv burturúr móttøkuni og høvdu góðan mat. Vit frávaldu at hava brúðarhús dagin eftir.

Tað, sum var tydningarmikið fyri okkum var at hava familjuna rundanum okkum, og tað høvdu vit. At vit síðani eisini fingu okkara góðu vinir við, var eitt pluss.

Brúðarkjólin
Áðrenn eg hevði roynt nakran kjóla, var myndin heilt klár um, hvussu brúðarkjólin skuldi síggja út. Hann skuldi vera einkultur við blondum, trýkvartermum og opnum baki. Aftaná at hava roynt ymiskar kjólar, fann eg kjólan. Hann var als ikki, sum eg hevði ímyndað mær áðrenn – men eg hevði funnið rætta kjólan. Einkul, stroppaleysur, hjartasnitt og nógv tyll. Ein rættur prinsessukjóli. Kjólin bleiv leigaður frá Brúðarlín.

Klæðini hjá brúðgóminum

Jóhan Dávur ynskti at giftast í føroyskum klæðum. Vestin og hosurnar leigaði hann frá Ruth Hansen í Fuglafirði.
Vesturin var broderaður við vøkrum einklum gullmynstri. Passaði perfekt til okkara tema.

Tað besta við degnum

Allur dagurin var góður frá byrjan til enda. Tað er ringt at taka nakað burtur úr og siga, at “hetta var tann besta løtan”. Sjálvandi – tá vit í kirkjuni góvu hvør øðrum ja, var tann tydmingarmesta løtan – so sera dýrabar. Eisini vóru talurnar um kvøldið sera hjartanemandi og stuttligar.

Brúðarferðin

Brúðarferðin bleiv í fyrstu atløgu ein vika í Gásadali. Vit eru nýliga vorin eydnusamir hundahvølpaeigarir og tí høvdu vit ikki samvitsku at fara burtur frá honum. Vit avgjørdu tí at ferðast í egnum landi 🙂

Vikan í Gásadali var fantastisk. Vit vóru so heppin í veðrinum, og fingu sólskin alla vikuna á tamb. Vikan bleiv notin í heitum potti, vøkrum útsýni, deiligum sólskini, góðum mati og nógvum góðum túrum.

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør

Njóti tað og slappi av. Er onkur smálutur, ið ikki gongst sum ætlað, lat tað so fara. Minnist til, at dagurin er tykkara.

Høvdu tit gjørt nakaðøðrvísi um møguligt? Nei

Hvør tók myndirnar: OPHfoto

Hvør gjørdi hár, makeup, negl osfr.?

Hár hjá brúður: Hairbyásla / Ásla B. Danielsen

Hár hjá brúðgommi: Hairbyhjørdis / Hjørdis Nesá

Negl: beuty_care_v.ms_fo

Sminka: byjuttaC / Jútta Vestergaard Christiansen

Hvør gjørdi matin til brúdleypið?

Til mótøkuna høvdu vit ymiskar munnbitar, smákøkur, fruktfat og bommbuffet.

Muntra í Fuglafirði gjørdi pinnamat.

Bakaríið á Skála gjørdi kransakøkuna.

Karhild Davidsen gjørdi fruktfatið.

Familja og vinir gjørdu m.a laksarullir, smurt breyð við føroyskum viðskera og smákøkur.

Hotel Hafnia gjørdi matin til veitsluna.

Hvør gjørdi brúðarkøkuna: 

Brúðakøkan bleiv bíløgd frá
Gómagott hon kann viðmælast!

Marita: Fyri meg var ein tann mest týðandi parturin av planleggingini blómurnar.

Stemnning, tema og farvir

Eg ynskti at tað skuldi vera elegant og samstundis rátt, soleiðis at tað speglaði vøkru føroysku náttúruna, sum eg síggi hana. Litirnar eg valdi vóru hvítt, grønt, eitt vet av pastel ljósareyðum og gull.

Brúðarblómutyssið

valdi eg at gera sjalv. Eg ynskti tað skuldi verða nakað heilt serligt. 2 mánaðir undan brúðleypinum byrjaði eg at framleiða stativið, ið skuldi leggja botnin fyri brúðarblómutyssið.

Sjálvt blómutyssið gjørdi eg dagin fyri, og tað tók mær áleið 3 tímar at seta saman.

Eisini hevði eg eitt eyka blómutyssi, ið eg gjørdi mær at kasta. Eina sokallaða “kastibukett”.

Knappholsblóman var samansett av ymiskum úr brúðarblómutyssinum.

Báðir páparnir, abbin og allir beiggjarnir høvdu eisini knappholsblómu.

Í kirkjuni høvdu vit bonkprýði, altarprýði og dekoratiónir á altarringinum. 
Nattúrliga temaði, við føroyskum gróti osfr. hóskaði seg sera væl til Fríðrikskirkjuna á Toftum, ið hevur eina risa altartalvu við einum gullkrossi og gróti runt um.

Til móttøkuna í skótahúsinum høvdu vit prýtt borðini við grønum greinum úr havanum hjá foreldrum mínum og endurnýttu síðani pynti frá kirkjuni.

Borðprýði

Til veitsluna á Panorama høvdu vit 15 oval borð, við einum borðprýði á hvørjum borði.

Borðprýðið var ein rund kúla gjørt á eitt gylt stativ, sum varð borðað niður í grót. Áleið 60 cm høgt.

Ynskið var, at hava nógvar blómur á borðinum, samstundis við at fólk eisini sóu hvønn annan – tí valdi eg at gera tað høgt.