Navn:
Maiken Sigmundsdóttir
Stutt lýsing um Maiken:
Maiken er skrivstovukvinna á Fiskavirkinum í Gøtu & bleiv 1. juli 2017 gift við Jan á Líðarenda, sum er vinnuráðgevi hjá Elding.
Annað:
Maiken hevur í nakrar mánaðir bloggað fyri Brudleyp.fo um teirra brúdleypsfyrireiking. Her ber til at lesa hinar bloggarnar hjá henni:
Brúdleypsfyrireiking 1. partur.
Brúdleypsfyrireiking 2. partur.
Eg var sum ein veðurfrøðingurin
Eg hugdi inná allar síður á netinum, sum vístu, hvussu veðrið fór at verða, og eg spurdi øll, sum eg roknaði við høvdu nøkulunda skil fyri at lesa eitt veðurkort, men har var eitt f**king æl, sum ikki vildi flyta seg frá leygardegnum tann 1 juli.
– Maiken
So havi eg endiliga fingið fingurin úr einum vissum staði og skrivi mín allarseinasta blogg. Tað hevur faktist verið nokkso stuttligt at siti og skrivað sínar tankar niður viðvíkjandi brúdleypinum, men nú er tað slutt, tí nú eru vit endiliga gift!!
Sjálvt um eg nýtti dagin, og eg eri glað fyri at vit valdu at gera tað soleiðis, sum vit gjørdu, so hugsaði eg aftaná, at tað var deiligt, at tað var yvirstaðið! Synd at siga soleiðis, men heilt erligt, so var tað soleiðis eg hevði tað. Høvdið hevur verið yvirfylt leingi, og man skal hugsa um alt, samstundis sum man er “hangry” allatíð, so tað hevur bestemt ikki verið nemt…ikki fyri nakran.
Alla vikuna upp undir brúdleypið var eg sum ein annar veðurfrøðingur. Eg hugdi inná allar síður á netinum, sum vístu, hvussu veðrið fór at verða, og eg spurdi øll, sum eg roknaði við høvdu nøkulunda skil fyri at lesa eitt veðurkort, men har var eitt f**king æl, sum ikki vildi flyta seg frá leygardegnum tann 1 juli. Heitasta altso! Every freaking day sat eg og stardi eftir hasum veðurkortunum, og onkuntíð var regnið vekk, og so kom tað aftur eina løtu seinni. Men veðrið fekk eg so ikki stýrt, sjálvt um eg virkuliga gjarna kundi hugsað mær at gjørt tað.
Nýggjan vest í síðstu løtu
Hann vísti mær so vestin, og tað var nokk tann vesturin sum passaði allarminst til okkara brúdleyp. Eg mátti so smyrja mær eitt smíl á andlitið, og fortelja honum, hvussu raskur hann var, tí hann var so glaður.
– Maiken
Tit kenna sikkurt til tað, at man altíð ger ting í seinastu løtu! Jan hevði lánt Føroysk klæðir, sum hann skuldi vera í, og sjálvt um eg hevði plága hann í fleiri mánaðir um at prøva tey fyri at vita, um hann passaði tey, so prøvaði hann tey vikuna áðrenn brúdleypið…og sjááálvandi passaði hann ikki vestin.
Hann fór so sjálvur vestur til Brúðarlín at velja sær ein vest, tí tað hugsaði eg, at tað mátti hann klárað einsamallur. Hann kom so aftur so eviga glaður, tí nú var vesturin funnin! Hann vísti mær so vestin, og tað var nokk tann vesturin sum passaði allarminst til okkara brúdleyp. Eg mátti so smyrja mær eitt smíl á andlitið, og fortelja honum, hvussu raskur hann var, tí hann var so glaður.
Aftaná nakrar dagar, har hesin vesturin næstan gav mær marruna, var eg noydd at kontakta Brúðarlín, og kæra mína neyð! Eg hevði sæð ein vest á hennara Facebook síðu, sum mær dámdi ordiliga væl, og hann fingu vit mikudagin áðrenn brúdleypið, so hon var ein lívreddari!! TAKK!! So var bara at bíða eftir tí stóra degnum.
So upprann dagurin
Veðrið dagarnir frammanundan hevði verið so heilt fantastiskt, men tað var tað ikki hendan dagin! Tað regnaði aaaallatíð! Gott nokk gavst tað við at regna, tá veitslan byrjaði kl. 19, men tá kundi tað hava ein lort, tí tá høvdu vit verið og tikið myndir.
Dagurin byrjaði við, at eg fór til Kitty at seta hár og leggja makeup. Hon kom tíbetur norðureftir at gera tað, so slapp eg frá at ferðast alt for langt tann dagin. Eg haldi, at vit byrjaðu kl. 10, og eg var liðug uml. kl. 14. Myndatøkan var kl. 15, so tá máttu vit øll vera klár, men vit vóru eitt sindur ov sein, tí altíð tekur tað longri enn ætlað. Vit droppaðu at seta slørið í hárið tá, tí klokkan var so nógv.
Av tí tað regnaði so illa, tóku vit myndirnar inni í skúlanum í Gøtugjógv, og tað riggaði bara heilt væl. Sjálvandi hevði tað verið nummar eitt at tikið myndirnar úti, tí tað hevur verið mín dreymur allatíð, men ikki nógv at gera við tað. Men tað er ikki frítt, at eg blívi eitt sindur øvundsjúk, tá eg nú síggi brúðarmyndir hjá øðrum, sum eru tiknar úti. So um eg renni meg í onkrar á netinum, so scrolli eg skjótt forbí tær. Tað, sum eygað ikki sær, fær hjartað ikki ilt av ha?!
Meðan vit taka myndirnar í skúlanum, síggi eg at bilar byrja at koma í kirkjuna. Hufff, tá fóru summarfuglarnir í búkinum ígongd!! Men tað góða er, at maðurin stýrir “show’inum” í kirkjuni, so um onkur feilur var gjørdur har, so var tað hansara skyld. So kundi eg í hvussu so er hvíla í tí.
Myndatøkan gekk fínastaslag. Minsti sjeikurin hjá okkum var slett ikki í stødinum til at taka myndir, og hann megnaði eisini at oyðileggja brystpyntið hjá Jan beinanvegin, men tað flentu vit bara eftir, tí hvat annað skal man gera.
Vígslan skuldi byrja kl. 17, og eg minnist ikki heilt, hvat klokkan myndatøkan var liðug, men tað var eitt lítið kaos, tá vit komu heim. Klokkan var uml. 16.50, og slørið skuldi setast í, men kamburin á slørinum vendi galið. Eg hevði tíbetur Kitty hjá mær, so hon var so fix at taka kambin av, og setti slørið fast við hárnálum. Tað tók einaløtu, so vit vóru eitt sindur ov sein, men tað skal man jú vera ha?
Eg var so forferdiliga nervøs, og hevði roynt at drukkið teir ringastu nervarnar burtur við sjampanju, men tað var so lítið eg drakk, so tað hjálpti ikki ein skid.
Tað var eisini virkuliga strævið at vera í hesum kjólanum, og forferdiligt at seta seg í bilin!! Eg mátti lyfta kjólan so langt upp, tí tað regnaði so illa, og túnið hjá okkum er ikki tað allar lekkrasta, so eg mátti passa so væl uppá at kjólin ikki bleiv skitin. Eg vísti sikkurt reyv fleiri ferðir, tí eg mátti lyfta kjólan so langt upp, men screw that! Og so at squeeza seg í bilin við hesum stóra kjólanum…tað hevur nokk verið ein saftig sjón.
Í bilinum á veg yvir í kirkjuna tóku nervarnir ordiliga yvir. Eg ristist og skalv, og Jan royndi at sissa meg, men tað nyttaði yvirhøvur ikki. Tá vit koyrdu niðan brekkuna við fótbóltsvøllin, hugdu vit inn eftir dalinum, og sóu at bilurin hjá svigerinnuni stóð í ánni, sum rennur framvið bygdina. Vit vistu beinanvegin, at hon allarhest hevði gloymt at hálað hondbremsuna upp, tí tað kemur meira enn so fyri her, at ein bilur stendur í ánni, tá fólk gloyma hondbremsuna, ella at seta bilin í gear, tá tey sløkkja hann. Tað reddaði mær totalt, tí tað var so óluksáliga stuttligt at síggja. Eg gloymdi alt um nervarnar, og vit sótu og flentu í kíki allan vegin til kirkjuna.

Løtan í kirkjuni var góð. Fyri mítt viðkomandi, at tað var tann allarstørsta og besta løtan, so hana nýtti eg ordiliga.
Mín elsta systir sang sangin hjá John Lennon “Grow old with me”, og tað var eitt yvirraskilsi frá mær til Jan. My favorite song!!
Hon hevði eisini nøkur systkinabørn við at hjálpa sær at syngja, babba spældi undir við guitar, og eitt systkinabarn hjá mær sat við klaverið. Shit tað var ein deilig løta altso!! Jan sat og tútaði allatíð, so eg visti, at hann eisini var glaður fyri tað. Hann byrjaði at túta tá, og hann græt næstan allan dagin. Mín keri er so fittur og følin. Eg sat og klípti meg sjálva í hondina, tí eg vildi ikki oyleggja mítt makeup.
Elinborg Pállsdóttir sang eisini “Can’t help falling in love” hjá Elvis, og tað var eisini fantastiskt!! Tað var eisini eitt yvirraskilsi til mín frá Jan
Vígslan gekk væl, men tá vit skuldu upp at offra, traðkaði Jan á mítt slør!! Eg hevði akkurát lagt á tað síðsta offurstaðið, og var á veg oman, tá hann traðkaði á tað. Tíbetur hevði Kitty fest tað so væl, at tað datt ikki av, men tað er so eisini okkurt vit kunnu flenna eftir.

Veitslan
Veitslan var eisini góð. Har var gott lív í allatíð, og har vóru eisini nógv fleiri talur, enn eg hevði væntað. Mín familja er ikki nøkur “talarafamilja”, men tað vóru faktist fleiri, sum reistu seg upp at siga okkurt. Enntá babba reisti seg upp og segði nøkur orð. Hann er meira sangskrivarin enn talarin, so vit mundu øll dottið uppeftir, tá hann reisti seg upp. Fræta eg helt, at tað var cool altso! Fyrstu ferð í lívinum, at hann hevur hildið talu, og hann kláraði seg bara heilt væl. Eg helt sgu eisini eina talu fyri fyrstu ferð, so har vóru fleiri greinsur fluttar tað kvøldið.
Lív Næs og Tróndur Enni komu at syngja nakrar sangir, og tað var eisini virkuliga gott. Brúðarvísuna og brúðarvalsin kundi eg gott livað uttan, men tað vildi Jan so gjarna, so tað gjørdu vit. Men at skera brúðarkøkuna tímdi eg so slett ikki! Eg ætlaði faktist slett ikki at hava nakra brúðarkæku, men tað bleiv so til tað alíkavæl, men vit skóru hana ikki…dertil og ikke længere! Hon bleiv sett á borðið, og so var tað bara at fáa sær.
Familjan hjá mær hevði leigað sær buss heim, so tey fóru avstað uml. kl. 03, so tá haldi eg, at brúdleypið mestsum endaði, tí tá fóru næstan øll. Tey, sum vóru eftir hjálptu til at rudda av.
Ikki alt er sum í filmum
Svigermor koyrdi meg og børnini heim, meðan Jan var eftir í bygdarhúsinum, og hjálpti til at rudda tað seinasta burtur.
Eg vildi sleppa úr kjólanum sum skjótast, so vit skundaðu okkum inn. Tá vit komu inn sá eg rósubløð liggja á trappunum uppá loftið og inn í okkara kamar, og so sjálvandi eisini víðari har frá og til songina, og á songini eisini. So hekk eitt “just married” skeltið uppiyvir songini, og á songini stóð ein kurv við øllum møguligum lekkrum í. Bomm, kips, sodavatn og you name it. Eitt kort lá eisini kurvini, og tað var ein heilsan frá vinkunum hjá mær í Kollafirði, sum høvdu gjørt hettar…maaa tað var lekkurt altso, og kurvin kom óluksáliga væl við!! ? Allar kvittarnir fyri tað, sum tær høvdu keypt lá eisini í kurvini, so tað fingu vit eisini “eitt gott grin av”.
Jan og eg fylgdust ikki heim, so tað vóru svigermor og eg, sum fylgdust so fittar eftir hesum bløðunum, og inn í kamarið, og hon fekk eisini æruna av at lata meg úr brúðarkjólanum, og síggja míni flottu undirklæðir, sum altso vóru ætlaði til Jan. Tað var eisini forbiðið stuttligt. Men tað veit denn, eg var troytt og børnini vóru troytt, so eg tímdi ikki at ganga og tvætla í kjólanum til Jan kom heim. Vit gjørdu skjótt av, og eg leyp í tey behageligastu klæðini eg eigi, og so at fáa ungarnar í song.
Alt í alt…ein óluksáliga góður og stuttligur dagur!! Tað besta eru hesar smáu kiksaðu detaljurnar, sum man kann flenna eftir, og sum man aldrin fer at gloyma. Tað setir ordiliga kulør á dagin, og ger hann enn meira minningarríkan.
Sunnudagin brúktu vit at avviklað ymiskt, og tað saman við mánadegnum aftaná, og týsdagin fóru vit aftur til arbeiðis, og lupu í dagligdagin aftur beinanvegin. Maaa eg var troytt! Eg skuldi verið farin á “honeymoon” ella í feriu aftaná, men tað verður næstu ferð.

Her kanst tú taka “Minnist-listan” hjá Brudleyp.fo niður sum PDF
