Siðvenjur eru partur av nógvum tingum vit menniskju gera og ikki gera, og eitt brúdleyp er onki undantak. Man velur, alt eftir hvussu pátrúgvin man er, um man ynskir hesar siðvenjur til eins egna brúdleyp, men summar av hesum siðvenjum eru blivnar ein so stórur partur av brúdleypum at tær mest sum eru sjálvskrivaðar inn í hátíðarhaldið.
Gamalt, nýtt, lænt, blátt og ein mynt

Tann blái liturin er ein ímynd, sambært eini gamlari jødiskari siðvenju, reinleika og trúskap og tí hetta bláa ískoytið.
Siðvenjan stavar frá viktoriansku tíðini og ljóðar soleiðis:” Something old, something new, something borrowed, something blue and a silver sixpence in her shoe.”. Tað gamla, t.d. eitt gamalt familju arvastykki, skal symbolisera tilknýti hjá brúðrini til sína familju og sítt gamla lív. Tað nýggja symboliserar lukku og framgongd í hennaran nýggju tilveru. Kjólin verður ofta brúktur sum tað ’nýggja’. Tað lænta skal koma frá eini kvinnu ið sjálv er lukkuliga gift og tí geva eydnu og lukku í hesum nýggja hjúnarbandi. Tann blái liturin symboliserar, sambært eini gamlari jødiskari siðvenju, reinleika og trúskap og tí hetta bláa ískoyti. Vanligt hjá brúðrini er at hava blátt leggjarband bundi um lærið.
Ein silvur mynt í vinstra skógvi hjá brúðrini merkir ríkidømi, ikki bara fíggjarligt ríkidømi, men eisini gleði í komandi hjúnarbandi.
Skógvarnir hjá brúðrini

Brúðurin má ikki fáa brúðarskógvarnar frá brúðgóminum, tá hetta eftir gammlari pátrúgv merkir, at hon fer at renna frá honum. Brúðurin má gjarna læna skógvar frá ørðum ella brúka einar hon longu eigur. Velur hon at keypa sær nýggjar skógvar, er týdningarmikið at hon er sera ansin og at teir ikki oyðileggjast. Brotna teir, hendur tað sama við hjúnarbandinum.
Brúðarbilurin
Eftir gamlari pátrúgv, kann hetta tiltrekkja illar andar, og fyri at styggja hesar burtur, skulu dósir ella annað ið larmar bindast fast á bilin.
Vanligt er, at brúðarbilurin verður pyntaður við einum skeltið har ”nýgift” stendur á. Hetta fyri at leiða uppmerksemi á brúðarparið. Eftir gamlari pátrúgv, kann hetta tiltrekkja illar andar, og fyri at styggja hesar burtur, skulu dósir ella annað ið larmar bindast fast á bilin. Eisini skal man binda ein skógv til høgra fót fastan á bilin, av tí at hetta gevur lukku.
Brúðarvalsurin

Brúðarvalsurin skal dansast áðrenn kl. 00. Um man ikki nær hetta, merkir tað óeydnu. Eftir brúðarvalsin ’leypa’ teir kvinnuligu brúdleypsgestirnir á brúðirina og taka slørið og skræða hetta í pettir. Tað merkir, at brúðurin fer frá at vera ein genta, til eina gifta kvinnu. Teir mannligu brúðargestirnir leypa somuleiðis á brúðgómin og klippa tærnar av hosunum hjá honum. Hetta merkir at hann ikki longur er á fríggjaraferð.
Brúðarkøkan
Brúðarparið skerur í felag brúðarkøkuna og eta eitt petti í part. Allir brúdleypsgestirnir skulu hava eitt pettið av køkuni. Ovasta stykkið av køkuni verður fryst og etið á 1 árs brúðardegnum.
Brúðarbukettin
Brúðgómurin hevur ábyrgd av brúðarbukettini. Hann skal keypa hana og hevur avgerðarrætt yvir hvussu hon skal síggja út. Brúðurin kann sjálvandi hinta til hvørjar blómur og/ella litir henni dámar, men brúðgómurin eigur síðsta orðið hesum viðvíkjandi.
Nógv pátrúgv er í samband við brúðarbukettina. Brúðurin kann kasta bukettina út til ógiftu kvinnurnar í veitsluni og tann ið loftar, verður tann næsta ið giftist. Følnar ein av blómunum í bukettini áðrenn brúðurin kemur úr kirkjuni, merkir hetta óeydnu fyri parið. Setur man bukettina í vatn, kemur hjúnarbandið at varða stutt.
Tað er eisini sera ymiskt frá mentan til mentan hvørjar siðvenjur eru í brúdleypssamanhangi. Men felags fyri nógvar er, at tað ofta handlar um at gera okkurt soleiðis, at hjúnarbandið verður eynduríkt og, at man skal sleppa sær undan onkrum soleiðis, at onki ringt hendur hjúnarbandinum.