Dreyma kjólin & myndir

Sum smágenta havi eg altíð vita hvussu mín brúðarkjóli skuldi síggja út, tá eg einaferð skuldi blíva gift. Á mínari gomlu farteldu hevdi eg fyri mongum árum síðani tikið eina mynd niður av netinum, av einum brúðarkjóla, tí soleiðis skuldi hann vera nøkunlunda. Eg hugdi ofta eftir hesum kjólanum og droymdi um, at vónandi ein dag skuldi eg ganga niðan eftir kirkjugólvinum í einum kjóla sum minti nógv um tann eg hevði á telduni.

Maðurin fór enduliga niður á knæ ár 2020, eftir at hava verið saman 15 ár. Nú kom tann tíðin har eg mátti finna ein brúðarkjóla sum líktist tí sum eg hevði á telduni. Eg valdi at kontakta Brúðarlín, tí eg visti at tey høvdu nógv úrval av nógvum flottum kjólum. Fekk næstan beinanveg tíð. Eg tók so tvær vinkonur og eina systir við mær, tí hetta er ein stór løta. Vit møttu einari fittari og smílandi sølukvinnu sum arbeiddi har. Hon dugdi øgiliga væl at seta saman og greiða frá. Man føldi seg sera væl har inni. Tað var ein festlig og hugnalig løta ið vit høvdu saman. Henda sølukvinnan var skjót at finna nakrar kjólar fram, ið líktist tí kjólanum ið eg vildi hava. Fekk so roynt nakrar. Fann so ein, sum var ikki tann sami ið eg hevði ímynda mær. Hesin hevði ongar stroppar, og hon lat meg so í eina blondu blusu uttaná. Hetta riggaði væl, og føldi meg stak væl í honum. Hettar var hann. Hugsaði eg. Í tí eg skal fara út aftur, síggi eg tilvildarliga eina plakat á hurðini, og spurdi sølukvinnuna um tey møguliga høvdu kjólan í rúgvuni? Mín sann, var hon skjót at leita hann fram. Eg slapp so royna hann, og hetta var hann! Hetta var tann kjólin ið var mín dreymakjóli. Tann kjólin ið eg hevði á mínari gamlari farteldu hevði ermar á. Skjót var hon at taka mát og seyma mær ermar á, og fann eitt vakurt slør ið hóskaði til. Eg Vil takkaBrúðarlín fyri eina góða tænastu.

Brúðar- fotografurin

Eftir at hava funnið dreymakjólan, máttu vit hava ein góðan fotograf. Fingu kontakta nakrar, men funnu ongantíð nakran ið hóskaði til okkum. Vit sóðu eina lýsing á Facebook hjáOPHfoto. Maðurin konktaði hann. Sera vinarligur og dugdi væl at frágreiða. Ongin ivi var, og vit valdu at bíleggja hann. Hann var sera væl fyrireikaður, at ein føldi sum at man var komin á tann “reyðaløbarin.” Hann var sera dugnaligur til at síggja um baksýni á natúrmyndinum fóru beinaveg at rigga ella ikki. Vit føldu okkum sera væl allatíð. Hann var dugnaligur til at vegleiða okkum allatíð, og var skjótur um okkurt skuldi rættast, ella skuldu finna eitt annað stað. Hann var frá kirkjuni og til vit endaðu brúðardansin á miðnáttartíð. Vit vilja takka OPHfoto fyri eina sera góða tænastu. Eru sera glad fyri myndirnar. Vit vilja heilt klárt viðmælaBrúðarlín ogOPHfoto.

Brudleyp.fo takkar vøkru Jonnu Christoffersen fyri bloggin.

Ert tú brúðarveitari?

So er at skráseta teg á Brudleyp.fo her!