Eg elski hitt gamla, hitt brimbarda býlið,
tey dýrastu minni mær berast í sjón
um dagar so fagrar, við ljósi og smíli,
sum einans teir finnast á barndómsins lón.
Har lærdi meg móðir at fjálga og æra
tann blett, har eg ljósið av fyrstantíð sá,
har rættsinn og mildni var barndómsins læra,
har lærdi eg alt, sum mítt lív byggir á.
Hvar enn eg man fjakka, so leitar hann hagar,
mín hugur, har sorgleysur dagur mín rann.
Ei nakað kann metast við barndómsins dagar.
Bert minnini liva um skeiði, ið svann.
Eg elski tann blettin, sum veitti mær skýli,
tá landnyrðingsfroðan um lonina lá.
Eg elski hitt gamla, hitt brimbarda býlið
men tað skilir tú valla, hví tað er svá.