Ein sjógarpur so fermur, í sinni sól og vár,
so trúgvur, hjartagóður, bláoygdur, gullit hár
á vágni ofta sang hann, á odda altíð var,
hann aldri ringin gloymdi, sum hann á vinstru bar.
Til sína hjartanskæru hann álit bar og trúgv,
í heyst so sæl tey skuldu í elskhug seta búgv,
men so kom bræv frá henni, hon segði stutt og kalt,
tú fá tær eina aðra, eg havi annan valt.
Hann burt frá vinum leitar, ei meira orkaði,
Maria, oh, Maria, tað seinast vardi meg,
at tú var følsk sum skúmið og sveik hvørt kærleiksorð,
tú stjól lívseydnu mína, sló hvørja vón í sor.
Mót Noregs strond teir sigldu, og hinir frøddu seg,
til Egersund á kvøldi, teir heim seg væntaðu,
men hann, sum vinin syrgdi og ongan ugga fann,
ei meira hann kundi bera, tungt hjartablóðið rann.
Og mureldurin logar og himnaljós so bjørt,
men fyri honum lívið var eins og grøvin svørt,
hann fyri borð seg rendi, tá sást eitt stjørnuskot,
av Noregs bjørtu blómu søtt angar eystanlot.
Við sorg í havn teir sigldu, hon frætti Hákuns deyð,
tá frysti gleðisbrosið, sum fonn bleiv kinnin reyð,
tá angraði hon sáran, bar sorg í hvørji stund,
men sorg ei missin bøtti, hann svav sín síðsta blund.
Á báti eina var hon so manga summarnátt,
av longsli eftir Hákun, av sorg og sálarsótt,
hon ofta navn hans nevdni, men deyðans tøgn var svar,
og ongantíð í hjarta, hon aftur gleði bar.
Tit ungu moyggjar, minnist til henda sorgarleik,
tí elskhugssvik tað týnir so mangan lukkuleik,
so mangur ungur sveinur av elskhug bana fekk,
tá gentan sá ein annan, var vit og minni vekk.