Eitt hjartasuff

Lag: Magga Magga mín

Eg dyrkaði sum yngri gymnastikk,
men sló meg seinri uppá erotikk,
tað skuldi eg bert ongantíð havt gjørt,
nú haldi eg, at tað var púra ørt.

Eg hestin kláraði í fyrsta hol,
tað kravdi bæði øvilsi og tol,
í tognum kom eg upp í stívan kvart,
tá mól, og fyri eygunum varð svart.

Mær dámdi bæði bukk og plint og barr,
og ikki var eg nakrantíð til narr;
á barrini eg hevði serligt skil,
har havi eg nú síðan hildið til.

Men hjúnarband mítt vendi øllum um,
eg sigi ikki, kona mín er dumm,
hon fatar bara ikki gymnastikk,
og hon er eftir mær hvørt eygablikk.

Tí tá tey settu lingiadulið,
tá var eg líka við at sleppa við,
men kona mín hon segði: “Korta nei,
í Stockholm verður gøtan tær ov breið.”

Tit ungu sum nú sita her um borð,
tit lýði nú á míni vísdómsorð:
At um tit hava hug til gymnastikk,
erfaring mín er : ongan erotikk!