Við ringinum vísir tú øllum, at tú hevur givið lyftið, at vera saman við makanum í ævir. Men tíbetur er tað hvørki stødd ella prísur á ringinum, sum avgerð um eitt hjúnaband er væleydnað.
Eg hoyri fólk siga, tá ið onkur hevur tikið ring uppá, at tey hava fingið spjaldur. Tað er, spyrt tú meg, ein nokk so góð mynd, tí tú við ringinum vísir øllum, at tú hevur givið lyftið, at vera saman við makanum í ævir.
Í hesum døgum, er tað tíverri nógv sum ikki leggja so nógv í hetta lyftið. Ein starvfelagi hjá manninum spurdi hvat ið eg skrivaði um nú, og maðurin svaraði honum, at tað var um vígsluringar. Hansara ráð var, at keypa so tungan ring sum gjørligt, tí so ber til at tveita hann laaaaaangt vekk. Hmmm eg eri nokk meira einig við abbanum hjá ti unga dreinginum, ið spurdi hvussu hann og omman høvdu klárað at verið saman so leingi. Svarið var: “Góði, abbi er frá einari tíð, har vit ikki bara koyrdu ting vekk, um tað fekk skaða. Nei, vit umvældu tey”
Eg var og vitjaði mostur mína, sum kort síðan er blivin einkja, eftir meir enn 60 ár. Meðan vit sita har, tekur hon um hondina, og hyggur so niður og spyr dóttur sína eftir ringunum hjá sær,tí hon hevði teir ikki á fingrinum, tí teir eru ov stórir hjá henni, so eg skeyt upp, at hon koyrdi teir í eitt hálsband, tí hesir hava so stóran týdning fyri hana, so kann hon hava sín ring og ringin hjá manninum saman. Hjá henni hevur ringurin stórt virði.
Fyri nogv hevur ringurin so nogv at siga, at hann fer aldrin av fingrinum, og taka tey hann av, so sæst tíðiliga, at ein ringur plagar at sita har.
Skikkurin, at brúka ring
Tað fyrsta vit kunnu lesa um, at fólk brúktu ringar í samband við trúlovilsi, er uml. 4000 ára gamalt, har Egyptar flættaðu strá til ringar. Hesir hildu tó ikki so leingi, so seinni gjørdu tey ringar úr leðri og fílabeini. Ein ringur skuldi ímynda ævinleikan, tí ringurin hevur onga byrjan og ongan enda, eins og egyptar sóu tíðina. Tey tilbóðu ringin/sólina, sum hvønn dag byrjaði av nýggjum. Eg ímyndi mær at tey, eins og vit í dag,droymdu um ævigan kærleika, og við vón um at kærleikin bleiv fangaður í ringinum, við tí sum hann avmyndaði, vónaðu tey, at kærleikin skuldi vera ævigur.
Tað vóru tey kongaligu, ið byrjaðu at nýta ringar, tey meiri vælstillaðu tóku henda sið til sín í 1800-talinum, og ikki fyrr enn í 1900-talinum bleiv tað vanligt millum vanlig fólk, bæði hjá monnum og kvinnum.
Men hvar eigur ringurin at sita?
Gamalt var, at trúlovilsisringurin skuldi á vinstra ringfingur, tí hjartað situr vinstrumegni, og so fluttu tey ringin yvir á høgru hond, tá ið tey giftust. Høgra hond var sædd sum tann “rætta” hondin, tí tú gevur høgru hond, tá ið tú gevur eitt lyfti um okkurt.
Summi brúka bæði trúlovilsi- og vígsluring, og tað finnast ringar, ið passa saman, soleiðis, at teir síggja út sum ein ringur, tá ið tú hevur teir á sama fingri. So er tað tey, ið hava so stóran gimstein, at tað ikki passar ein ringur afturat á fingurin. Tá brúka tey oftast trúlovilsisringin á vinstra ringfinguri og vígsluringin á høgra.
Í dag eru møguleikarnir óendaligir. Bæði hvørjum ringurin er gjørdur úr, og ringarnir kunnu eisini hava gimsteinar í. Hesir gimsteinar ímynda eisini okkurt, t.d.:
Perla: Reinleika
Diamant: Sakloysi
Opal: Trúfessti
Rubin: Kærleika
Mánastein: Eymleika
Tíbetur er tað hvørki stødd ella prísur á ringinum, sum avger um eitt hjúnarband er væleydnað. Hjúnarbandið er ein avtala millum tvey, at elska hvønn annan, og vera saman gjógnum baði góðar og ringar tíðir. Tað krevur viðlíkahald, og onkuntíð umvæling.
Joy Ann Simonsen
Stutt lýsing um Joy: Eg er fødd í Wiesbaden, Tysklandi, uppvaksin í Keypmannahavn, nú búsitandi í Norðragøtu.
Maðurin og eg eiga trý vaksin børn, 26, 22,og 16, har tvey tey yngstu búgva heima.
Eri útbúgvin korrespondentur í enskum, tyskum og havi ein ED í enskum. Eisini eri eg útbugvin fitnessinstruktørur og arbeiði sum móttøkufólk/venjari hjá Vælveru Fitness í Saltangará.
Myndir frá: OPHfoto
