Føroyar, tá sólin

Føroyar, tá sólin í tindrandi megi
stavar á firðir og dandandi vág.
tá kemur hugsjónin til mín í gleði:
Føroyar er land mítt – her aldist eg á.

Tá ið so skýmingin sígur um landið,
kámast burt alt, eg í dagsskini sá. –
Aldurnar tutlandi spæla á sandi –
stjørnurnar glitrandi glampa á vág.

Føroyar, tá stormur í leikandi øði
skakar og knasar – eg dragist at tær.
Tá ið so hvirlurnar leggjast av møði,
alt verður kvirt – tað er dýrd víða hvar.

Føroyar, tá stórkavi leggur seg niður,
alt verður snjóhvítt úr tindi í strond,
tá kemur til mín hin sælasti friður,
hugtekur meg – tú ert best millum lond.

Føroyar, tá mjørkin á sumri teg fjalir,
tindarnir klárir tó glitra í sól – –
og tá ið sólvindur millum teir spælir
veit eg, tú altíð skal vera mær ból.

Føroyar í brimduni, Føroyar í stilli,
Føroyar í haódn og Føroyar í logn,
Føroyar við tínari náttúru villu,
Føroyar – tú ert mær mín kærasta ogn.