Í eldinum runnu túsund tár
tá Hiroshima græt
í gravunum reika spurningar
sum ikki fingu svar
– men úr øskuni hoyrdust veingjasløg
í vindinum vunnu flog
sum varandi minni sveima tey
yvir okkara møddu jørð
Og framvegis fella bumburnar
og framvegis herja kríggj
um vígvallir smella kúlurnar
um landamørk hoyrast skríggj
– men um okkara sterka friðarboð
hevur okkum at liva í
vilja frískir vindar finna lond
har lív og gróður er
Úr tykkara tárum grógva blómur
út um villan vøll
um menniskju heinta fræini
so blómar jørðin øll
Úr rúkandi toftum veingjasløg
bresta sannleikar í mítt sinn
úr fjarskotnum londum ein bróðurhond
vil finna lógva mín
eg veit at sólin eisini sær
har meinigsloysi er størst
eg veit at í morgin eisini er
ein dagur fyri øll
Úr fjarskotnum londum ein bróðurhond
vil finna lógva tín
so leingi friður á okkara jørð
ein møguleiki er.