Eg havi prøvað bæði ilt og gott
á sjógvi og á landi nátt sum dag,
men tó var eitt, sum neit mítt hjarta fast,
tað var tá fyrsta ástarbandið brast.
Eg sigldi út á Atlants breiða hav
eg kom í havn og skrivaði tær bræv,
tí góða, hetta seinast vardi meg,
at tú har heima longu fríggjaði.
Tú hevði funnið meðan eg var vekk,
ein annan drong, ið altíð heima gekk,
tú hevði brotið lyftið, tú mær gav,
tað kvøld eg aftur sigldi út á hav.
Oh genta góð, oh genta góð, so mangan eina ið eg stóð
oh genta góð, oh genta góð, tá longsul mín um havið dróg
Hvør sjómaður man sanna hesi orð,
tí oftani hann hoyra man umborð,
um gentuna, sum sjómannin sín sveik,
tí ástarbond tey vóru alt ov veik.
Men hoyr tú genta, sum ein sjómann fær,
tí at tú alt ov sjálvdani hann sær,
ja, minst tá til um tíðin fellur long,
so eigur tú havinum ein drong.
Oh genta góð, oh genta góð, so mangan eina ið eg stóð
oh genta góð, oh genta góð, tá longsul mín um havið dróg.