Eg lítil sat á móðurknæ,
og hoyrdi fyrstu ferð títt lag,
og manga stilla náttarstund
varð ruraður av tær í blund.
Og seinri eg um steinar leyp,
ella við áarbakkan kreyp,
bert tína rødd eg kundi skilt,
tú hevði meg við søgum fylt.
Og loyndarfulla, stóra á
á ferð tú altíð verða má.
Hvar frá, hvar til, tað eingin veit;
tað varð og verður aldrin greitt.
Nógv vatn er runnið síðan tá,
alt oman eftir Gjógvará,
á áarføri vilt og strítt
í góðum veðri teskar blítt.
Sum áin so alt lívið er,
hjá nøkrum hóvliga alt fer,
hjá øðrum bara strev og stríð,
so ójavnt er nú býtt við tí.
Og endar so eitt ættarlið,
so tekur bara næsta við,
og áin rennur sína gongd,
av mannahondum aldrin stongd.