Góða ongantíð fer tú úr huga

Góða ongantíð fer tú úr huga
um eg fari víða um verð,
nátt sum dag kann títt yndi eg skoða,
djúpt í hjarta tú avmyndað er.
Bjørt og vøkur var Venus hin væna,
tá hon, nýfødd, í brimhjómi vóð,
sveipt í sólgulli elskhugsgudinna,
fyri mær, tó tú bjartari stóð.

Um tær vænastu kvinnur á foldum
stóðu her, og eg fekk til tess ráð,
at eg kundi ta fagrast kjósa,
velja bjartastu rósu eg sá :
uttan dvøl, eg til tín vildi skunda,
sælur nevndi títt elskaða navn,
tí tú lýsur sum sól millum stjørnur,
errin tók eg teg, søta, í favn.

Góða, elska meg, stundirnar líða,
vetur nærkast og summarið fer,
bjørtu blómur í storminum stríða,
liggja kvettar og fjalast við gler.
Brátt er lívsins summar farið,
og vit følnað sum blómur á fold;
heitt og sterkt, liv tær fúkandi løtur,
ongin liljar og elskar í mold.