Grønlandsfararin og gentan

Pól F. Joensen 

Nú lotar til vildar, nú má eg avstað,
teir fóru íáðni umborð –
kom fevn meg, mín brúður, á skilnaðarstund
við eldheitum kossum og orð’,
tí minni um ástheitan fund
skal menna á hvørjari stund,

í ódn gjøgnum ísfjøll, um blánandi sund.
Eg veit, tú vilt bíða í treysti og trúgv,
og leingjast at heyst verður brátt.
Eg telja vil dagar, hvønn tíma og stund.
Tá stjørnur og norðljós á nátt
øll minnini vekja í mær,
sum í tínum favni eg var :
tín svanadúnsbarmur eymt bylgjar mót mær.

Tú elskaða, send mær eitt uggandi orð.
– Eg skrivi úr Føroyingahavn.
Eg leggja skal opið mítt hjarta á blað :
– Mín hugur eymt kínur títt navn. –
Hvør linja er longsilin mín,
hvørt orð elskhugs dýrasta vín,
hvør stavur ein kyssur, við heilsan til tín.

Liv væl, mín drottning, mín sólbjarta moy,
hevj høvur, um kinnin er bleik. –
Mín kærleiki gloriukransar títt hár,
tín sólljósa látur og leik.
Mín dýrasta ogn her í verð,
tú grát ei – so ilt tað mær ger. –
Mín eingil, farvæl ! kyss meg seinastu ferð.