Úr mjørkanum trína tey aftur og aftur
ein ævigan dans uttan tónleik og orð,
úr gráanum sjóvar frá túsundtals fetum
men døggin er rein – ongar slóðir og spor.
-Og tøgnin syngur um løtur
um lívið í loyndari líð
og ferðir um marknaðar gøtur
ein dans handan fatan og tíð.
Og innan úr mjørkanum hómar tú skuggar
ein liðaleys fjøld dregur lívið at sær,
so lokkandi teskar úr ósæddum varrum
um frælsi á víddunum handan tín garð.
-Og tú slotar mót rekandi skýggjum
tevjar ein droymandi frið
tí, at lívið sum byrjar av nýggjum
er fjalt handan nærmasta lið.
-Men tú torir bert ikki at stíga
á gøtur títt eyga ei sær,
tú vilt heldur standa og bíða
við liðið ið ognaðist tær.
Og dansurin dregur teg aftur og aftur
ein droymandi longsul gerð sár í títt sinn,
og kanska ein dagin tú trínur um liðið
sum víðopið stendur og bjóðar tær inn.
-Og inni í mjørkanum brennur
eitt bleiktrandi lítilsvert bál
login, ið gerð at tú kennir
lívsneistan í tíni sál.