Millum fagrastu blettar, eg kenni,
finnist Vágsbygdin – heimstaður mín,
fyri mær onki er ímóti henni,
og mítt hjarta hon dregur til sín.
Her er fjálgt og frítt at anda,
fram við fjørðinum vakra liggur hon,
mót’ vestri av Eiðinum randað,
og náttúran sum gimsteinur von.
Dýrdarløtur á hásummardegi,
fast í sál mína hava seg rist,
sólin veitti tær fløva og megi,
fjøll og líðir ein perla av list.
Fuglur sang í lofti kátur,
merkt av lívsmóti kendist hansar’ flog,
og av ungfólki smittandi látur,
sum av gleði og trivnaði bar boð.
Sjálvt á vetursins beiskastu tíðum,
ert tú stórsligin – heimstaður mín,
tá ið brimið av froysandi íðum,
heilt av Vágseiði náddi heim til tín.
Boðabrot í fjørði stóðu,
tá ið ódnin hon harðast leikti á –
Grønutangar í skúmfaksi vóðu –
slíka stórbæra sjón eg aldrin sá.
Søgu ríka mín heimbygd hon eigur,
megnarkvinnur og -menn føddust her,
vunnu bygdini æru og heiður,
gingu undan í verki manga ferð.
Virkisfýsni fólki merkir,
standið saman tí kvinnur eins og menn,
havið framtíðarhugsjónir sterkar,
einaferð bygdin tá seg mennir enn.
Her á fedranna stað vil eg verða,
her mín sál finnur hvílu og frið,
eg sum barn lærdi tokka at bera
hesi bygd eins og fólki hennar’ við.
Og tá vesturskinið skínur
purpurlitt á mín lívsdag síðstu ferð,
vil eg hvíla, har fedrarnir mínir
fingu hvíld eftir stríð og strevið her.